Upplivingarveiða

Kom við á Upplivingarveiðu í Miðvági, har tú kanst vinna fantastiskar upplivingar saman við tínum vinum.

Melda til

Kom við á Upplivingarveiðu, og ver við í veiðuni eftir hópin av vinningum 

Kvøldið er skipað sum ein skattaveiða. Tú fært sendandi spor umvegis eitt SMS boð, sum skal leiða teg til ein ryggsekk. Har eru tríggir ryggsekkir, sum skulu finnast. Ert tú fyrst/ur at finna ryggsekkin, vinnur tú tveir Sveiggj ferðaseðlar. Fyrsta sporið fært tú á deildini, síðani fært tú næstu sporini umvegis SMS boð.

Øll, sum melda seg til og luttaka í veðuni, fáa eitt gávukort til Vága Kajakk. Umframt hetta burturluta vit tveir Sveiggj ferðaseðlar (umframt teir 6, sum eru í ryggsekkunum) og eitt gávukort fyri fimm fólk at sigla við pútu í Miðvági.

Vit enda tiltakið við ábiti á deildini. 

Tak tínar vinir, systkin ella floksfelagar í hondina, og kom við til eina stuttliga veiðu!

  • hósdagin 2. mai
  • klokkan 18
  • á deildini hjá Betri Banka í Miðvági.

Gev gætur, at tú skalt vera 18 ár fyri at vera við.

Upplivingarveiða