Betri Trygging - Inger E. Danielsen

Innanífrá

Les um Inger, sum starvast á Kundadeild okkara

Hvør ert tú?

Eg eiti Inger Enni Danielsen og eri av Tvøroyri. Eg eri útbúgvin tryggingaratstøðingur og starvist sum kundaráðgevi í Betri Trygging. Eg eri gift og vit hava ein son og eru búsitnadi á Argjum. Í frítíðini hjálpi eg til í AB, og eri nokkso sosial.

Fært tú sagt eitt sindur um starvið?

Eg byrjaði sum næmingur eftir handilsskúlan í 2004, og var helvt um helvt í Havn og á Tvøroyri. Nú eri eg stórt sæð bara í Havn. Eg ráðgevi um tryggingar hjá privatkundum, til dømis tá tey keypa sær hús, bil, flyta heim ella skulu ferðast. Tá ið hús verða seld, samstarvi eg við bæði meklarar og tvørfakligt innanhýsis um ognarskiftistryggingar. Eg ráðgevi eisini smáum vinnukundum. Betri Trygging hevur valt at fylgja EU standardi um førleikakrøv hjá starvsfólki, sum vit siga, at øll, sum eru ráðgevar, skulu hava eitt IDD-arbeiðsloyvi. Tað tryggjar, at kundin altíð fær ein væl útbúnan ráðgeva.

Er møguleiki fyri víðarimenning?

Ja, eg kann fara víðari við HD, jura ella innanfyri tryggingar. Eisini eru nógv skeið, sum eg kann taka.

Hvussu sær tín arbeiðsdagur út?

Eg byrji dagin við einum góðum koppi av kaffi og leggi mær dagin til rættis. Uppgávurnar eru bæði fastar, umframt tær, sum koma inn við telduposti og telefon. Meginparturin av samskiftinum við privatkundarnar er í telefonini, og so koma kundar eisini av og á inn til eitt prát. Dagarnir eru fjølbroyttir, og tryggingar tørvurin hjá kundunum er eisini ymiskur.

Samanhaldið á deildini er ordiliga gott. Nógv hava verið her í fleiri ár, umframt at vit fáa næmingar inn annaðhvørt ár.

Takk fyri prátið, Inger.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.

348600

Send teldupost