Stuldur og sjúka. Tað er tað, ið vit oftast fáa fráboðan um, tá fólk eru uttanlands og ferðast. Á síðuni her hava vit savnað nøkur góð ráð, so tú kanst njóta feriuna uttan at stúra. 

Áðrenn tú bíleggur ferðina og í seinasta lagi, áðrenn tú fert av landinum, mást tú kanna, um tú hevur eina galdandi ferðatrygging. Eisini er sera umráðandi at kanna, um økið, tú ætlar tær til, er umfatað av tíni ferðatrygging.

Ferðatrygging pass

At minnast til, tá tú skal uttanlands

  • Pass – kanna í góðari tíð áðrenn fráferð nær passið gongur út. Ymsu londini hava ymsar passreglur, og summi lond krevja t.d., at passið ikki skal ganga út upp til seks mánaðir eftir at tú ert komin heimaftur. Kanna tí eisini passreglurnar í landinum, har tú skalt ferðast
  • Visum – ávís lond krevja visum fyri at sleppa inn í landið
  • Ferðaseðil
  • Ferðatrygging
  • Bláa kortið (um tú hevur Ársferð)
  • Reyða ella grøna kortið (um tú ferðast uttanlands í bili)
  • Heilivág – møguliga læknaváttan
  • Koppsetingar
  • Valuta og gjaldskort

Soleiðis tryggja vit teg, tá tú fert uttanlands

Soleiðis tryggja vit teg, tá tú fert uttanlands

Um onkur stjelur frá tær á ferðini, er tað innbúgvstryggingin, sum tekur við. Er viðførið burtublivið á sjálvari fráferðini, er tað somuleiðis innbúgvstryggingin, sum tekur við.

Um tú ferðast við bili

Tá tú fert frá bilinum, mást tú minnast til at taka teldur, telduspøl, GPSara, myndatól, fartelefon, pass, pengar og aðrar virðislutir við tær.

Um onkur brýtur inn í bilin og virðislutir verða stolnir, tekur tryggingin ikki við, um hesir liggja frammi.

Um viðførið er seinkað

Er viðførið seinkað ella blivið burtur, tekur ferðatryggingin við, so at tú fært eitt ávíst endurgjald, um tú keypir tær klæði og annað tær tørvar.

Mín Trygging

Tínar tryggingar á einum stað

Skuldi skaði hent, mæla vit til, at tú brúkar skipanina "Mín Trygging" til at boða frá skaðanum. Tínir fyrimunir eru:

  • Stundislig fráboðan
  • Møguligt at senda myndir við fráboðanini
  • Skaðin verður viðgjørdur beinanvegin
  • Tú fært fráboðanir, tá ið støðan broytist (t.d. tá ið málsviðgerðin byrjar, skaðin er avgreiddur v.m.)
  • Yvirlit yvir tínar tryggingar, skaðar v.m.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum

348 600

Send teldupost