Leys størv

Her á síðuni sært tú hvørji leys størv eru í løtuni og um, hvussu yrkisleiðin er sum næmingur.  Um eingi leys størv eru, ert tú vælkomin at senda okkum eina sjálvbodna umsókn.

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi?

Dámar tær at veita framúr kundatænastu, og stórtrívist tú við at samskifta við kundar við einum smíli? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Vit leita eftir einum tænastusinnaðum starvsfólki til avgreiðsluna á deild okkara í Miðvági.

Starvið

Umframt alt vanligt arbeiði, sum er í einari kassaavgreiðslu, fevnir arbeiðið eisini um aðrar uppgávur, so sum at passa sjálvtøkuna, taka ímóti undirskriftum, vegleiða í at brúka netbankan, avgreiðsla av fyrispurningum umvegis teldupost umframt aðrar fyrifallandi uppgávur.

Tínir førleikar

Vit ímynda okkum, at tú:

  • leggur stóran dent á at veita kundunum eina góða kundatænastu,
  • ert vinarlig/ur, fyrikomandi og ágrýtin,
  • -vísir røkiskap í øllum, tú gert,
  • trívist í einum umhvørvi við nógvum ymiskum uppgávum,
  • ert ein liðfelagi og hjálpir tínum starvsfelagum, tá ið tað er brúk fyri tí,
  • hevur viðkomandi útbúgving ella royndir.

Vit bjóða tær
Eitt spennandi starv, góðar og dugnaligar starvsfelagar og góðar arbeiðsumstøður.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum FAG og YTF.

Starvsstaðurin er í Miðvági.

Umsóknarfreistin er 22. januar 2026
Ljóðar hetta áhugavert, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við CV og viðkomandi skjølum til starv@betri.fo.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Sjúrð Poulsen, leiðara, á 348 420 / sp@betri.fo ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á 548 224.

Tín yrkisleið sum bankanæmingur

Dámar tær at ráðgeva, finna loysnir og at seta teg inn í kundans tørv? Í Betri Banka hevur tú møguleika at fara í gongd við eina tvey ára avbjóðandi og mennandi útbúgving við góðum framtíðarmøguleikum.

Hvørt ár sóknast vit eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum næmingum, sum brenna fyri at læra nýtt og veita eina framúr góða kundatænastu. 

Næmingatíðin
Sum næmingur í Betri Banka verður tú partur av einum væl samanspældum toymi, har samstarv og trivnaður er í hásæti.

Í Betri Banka fært tú eina fjølbroytta og avbjóðandi útbúgving innan nútíðar peningastovnsvirksemi. Tú fært kunnleika til búskap, løgfrøði og fíggjarviðurskifti. Tú lærir at veita kundum okkara ráðgeving og tænastur í einum professionellum og kundavendum umhvørvi.

Næmingatíðin er 2 ár. Tú fert rættuliga skjótt at fáa uppgávur, har tú ert í beinleiðis sambandi við kundar okkara, og tí er umráðandi, at tær dámar at hava við fólk at gera, og at tú trívist við og hevur evni at seta teg inn í støðuna hjá øðrum.

Útbúgving
Umleið eina viku um mánaðin gongur tú í peningastovnsskúla og ert við í próvgevandi lærugreinum. Í skúlatíðini hittir tú aðrar næmingar og fært høvi at sparra og fáa íblástur frá teimum. Hvør veit, kanska fært tú eisini vinir fyri lívið.

Um teg
Tú hevur lokið gymnasiala miðnámsútbúgving. Tú ert eisini vælkomin at søkja, um tú fært prógvið sama summar.

Vit vænta, at tú:

  • ert ágrýtin og hevur áhuga at læra nýtt
  • trívist í samskiftinum við kundar
  • hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • trívist í einum skiftandi og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi

 

Hví søkja?
Vit kunnu bjóða tær eina forvitnisliga útbúgving í einum nútímans peningastovni, har tú kanst menna teg bæði persónliga og fakliga. Umframt eitt arbeiðspláss, har starvsfólkatrivnaður og kundanøgdsemi eru í hásæti.

Í bankanum arbeiða yvir 200 fólk, sum á hvør sín hátt eru við til at gera Betri Banka til eitt avbjóðandi og áhugavert arbeiðspláss.

 

Sjálvboðin umsókn

Í Betri Banka hava vit javnan brúk fyri nýggjum starvsfólkum. Tí eru vit altíð áhugað í at frætta frá fólki, sum kundi hugsað sær at starvast hjá okkum. 

Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn har tú greiðir frá hvør tú ert, hvar í bankanum tú ynskir at starvast og hví tú kundi hugsað tær at arbeitt hjá okkum. Harumframt ynskja vit at tú greiðir frá tínum royndum og møguligari útbúgving. 

Umsókn og lívsrensl (CV) kann sendast til hr@betri.fo.

Vit goyma allar umsóknir í 6 mánaðar.