Tíðindi
Bústaðarprísirnir kvinka uppeftir
Fyrra hálvár í ár kostaðu eini sethús í Tórshavn í miðal 4 mió. krónur. Tað er ein hækking á 6% samanborið við árið í fjør, tá miðalprísurin var 3,8 mió. krónur. Miðalprísurin fyri eini sethús aðrastaðni í Føroyum var 2,1 mió. krónur fyrra hálvár í ár samanborið við 2 mió. krónur fyri árið í fjør. Tað er ein hækking á 5%.
Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra hálvár
Betri Trygging rindaði kundunum 254 milliónir kr. út í skaðaendurgjøldum fyrra hálvár 2024. Tað er umleið 100 millliónir meiri enn fyrra hálvár í fjør. Orsøkin er partvís ódnin í januar – og so fleiri álvarsamar skaðahendingar á vinnuøkinum
Eitt felag, vit eiga í felag
Tað, sum vit forvinna í krónum og oyrum á hvørjum ári, lata vit sum stuðul til samfelagsgagnlig endamál og sum limakrónur til allar limirnar. Hví? Tí samanhald er grundarlagið undir felagnum. Betri hevur altíð verið eitt felag, vit eiga í felag, so tá ið vit býta út av tí, sum vit forvinna, so er hetta bara ein ítøkiliggerð av hesum sterka samanhaldi.