Sponsorat

Her á síðuni kanst tú søkja sponsorat, sum vit lata til tiltøk innan fyribyrging, ítrott, mentan og læring.

Vit stuðla endamálum, ið koma báðum pørtum til góðar, og sum hóska til okkara virksemi, virðir og missión, ið eru at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum.

Soleiðis gert tú

Tú sendir okkum eina skrivliga umsókn við at trýsta á knøttin niðanfyri og fylla út oyðiblaðið. Vit kundu millum annað hugsað okkum at vitað, hvat endamálið er, hvussu nógv upphæddin ljóðar á, og hvat Betri fær burturúr.

 

Søk sponsorat