5. element

Freistir fyri flytingar áðrenn flaggdagin

Í samband við flaggdagin 25. apríl, og dýrabiðidag 26. apil, ynskja vit at kunna um freistir fyri flytingar.

Hesar eru freistirnar, um flytingar skulu vera móttakaranum í hendi áðrenn flaggdagin.

  • Lønarflyting: týsdagin 23. apríl klokkan 15:30
  • Vanlig flyting til kontu í øðrum peningastovni: týsdagin 23. apríl klokkan 18:30*
  • Flyting sama dag til kontu í øðrum peningastovni: mikudagin 24. apríl klokkan 11:45*

*Tað ber eisini til at gera eina skundflyting, sum ikki er tengd at heilidøgum. Tá er peningurin móttakaranum í hendi stutt eftir, at flytingin er framd.

Uttanlandsflytingar

Um ein uttanlandsflyting skal vera móttakaranum í hendi áðrenn flaggdagin skal tú avgreiða hesa á netbankanum, í seinasta lagi mikudagin 24. apríl klokkan 14.

Hava tit viðmerkingar ella spurningar, eru tit vælkomin at ringja til okkara á tel. 348 000 ella skriva á banki@betri.fo.