Sólblómuráðgeving

Sólblómuráðgeving hjá Betri Trygging

Í dag letur serliga sólblómuráðgevingin hjá Betri Trygging upp. Hetta er ein tænasta fyri kundar okkara, ið hava ósjónlig brek – og sum tí hava tørv á at verða møtt á ein serligan hátt. Nýggja tænastan inniber eina sólblómulinju, ein sólblómuteldupost og møguleika at bíleggja sólblómufund

Tíðindaskriv
Útlendsk tøl siga, at av teimum, sum bera brek, eru 80%, sum stríðast við eitt ósjónlig brek. Tað kann bæði vera ósjónlig kropsligt brek – ella ADHD, angist, tunglyndi, demens, orðblindni, menningartarn ella annað, ið kann gera tað møtimikið at skula seta seg í samband við eitt tryggingarfelag.

Men við nýggju sólblómutænastuni vilja vit møta hesum kundunum í eygnahædd.

Tá ið sólblómulinjan ringir, vita vit, at vit skulu geva okkum góða tíð, tí tað kann vera trupult fyri tann, sum ringir inn. Tá ið vit fáa ein teldupost á sólblómuadressuna, vita vit somuleiðis, at vit skulu geva okkum serligan ómak við samskiftinum. Og bíleggur onkur ein Sólblómufund, kunnu vit taka neyðug atlit frá byrjan.

Eisini kunnu fólk við ósjónligum breki koma inn á deildir okkara kring landið og biðja um eitt sólblómuband. Við tí kunnu tey gera onnur varug við, at onkur bági er, sum krevur serlig atlit.

Møta vit onkrum við sólblómubandinum, vita vit, at viðkomandi hevur eitt ósjónligt brek, sum hevur ávísar avbjóðingar við sær. Tað týdningarmesta er tá, at vit ikki døma og ilskast , men eru vinarlig, geva okkum góða tíð og hjálpa, um vit kunnu.

Sólblómuráðgevingin hjá Betri Trygging letur upp í dag.
Sólblómulinjan: 348 601
Sólblómutelduposturin: solbloma@trygging.fo
Eisini ber til at bíleggja Sólblómufund á heimasíðuni.


Les meira her um Sólblómuskipanina og ráðgevingina, sum Betri Trygging nú veitir í hesum sambandi.