Betri Umboðsráðsvalið byrjað

Umboðsráðsvalið byrjað

Val til Umboðsráðið er nú í gongd. 22 valevnir hava bjóðað seg fram og 17 skulu veljast. Mánadagin 12. og týsdagin 13. september verður valtilfarið borið øllum herbúgvandi tryggingartakarum. Atkvøtt verður á betri.fo/val 

Tað ber tó eisini til at atkvøða við brævi. Valið endar mikudagin 28. september.

Sí vegleiðandi film her á síðuni, sum vísir tær, hvussu tú kanst velja talgila.