Vit býta út til limirnar

Vit býta út av tí, sum vit forvinna. Eftir aðalfundin fáa tey, sum hava tryggingar hjá betri trygging, umleið 10% av tryggingargjaldinum útgoldið sum limakrónur.

Hví fáa tryggingartakarar limakrónur?
Hvør fær? Nær? Og hvussu nógv? Niðanfyri kanst tú lesa eitt sindur um limakrónur og hvat tað inniber at vera limur í betri trygging.

Betri limakrónur

Fer skattur av?

Eins og øll onnur inntøka eru limakrónurnar skattskyldugar.

Fyri vanligar skattgjaldarar er inntøkan at rokna sum B-inntøka. TAKS fær boð frá okkum um títt útgjald og verður skatturin trektur sjálvirkandi.

Um tú ert vinnukundi, er inntøkan at rokna sum einhvør onnur skattskyldug inntøka, og má fyritøkan sjálv inntøkuføra hetta í rakstrinum.

Skattur

Spurningar og svar

Hví fái eg limakrónur? Hvussu nógv fái eg? Nær fái eg limakrónurnar?

Her fært tú svar uppá ofta settar spurningar um limakrónur.

Spurningar og svar um limakrónur

Hvør kann fáa limakrónur?

Tú kanst fáa limakrónur, um tú eru limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna og lýkur treytirnar fyri at fáa limakrónur, sí s.6 1 .

Nær eri eg blivin limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna?

Tú bleiv limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, tá tú gjørdist tryggingartakari í Betri Trygging.

Hví fái eg limakrónur?

Tú fært limakrónur, tí tú hevur havt virkna trygging hjá Betri Trygging í einum ári og hevur virkna trygging á degnum fyri ársaðalfundin árið eftir.

Hvussu verða limakrónurnar ásettar?

Limakrónurnar verða ásettar við atliti at fíggjarstøðuni hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Tínar limakrónur verða ásettar í mun til tryggingargjaldið, tú hevur goldið til Betri Trygging farna árið. Miðað verður eftir at rinda út 8-10 % av tryggingargjøldunum.

Fái eg limakrónur hvørt ár?

Miðað verður ímóti at lata limakrónur hvørt ár.  

Tað er Umboðsráðið, sum á aðalfundinum endaliga ásetur, hvussu nógv verður býtt út til limirnar. Avgerðin er tengd at fíggjarstøðuni hjá felagnum.

Hví fái eg limakrónur heldur enn lægri kostna fyri tryggingarnar?

Tað er Ognarfelag Tryggingartakaranna og ikki Betri Trygging sum býtur út av yvirskotinum. Yvirskotið stavar frá virkseminum hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón umframt øðrum feløgum, sum Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur. Limakrónurnar eru at samanbera við vinningsbýtið frá privatum partafeløgum.

Hvussu nógv fái eg í limakrónum?

Tað er Umboðsráðið, sum á aðalfundinum hvørt ár endaliga ásetur, hvussu nógv verður býtt út til limirnar. Avgerðin er tengd at fíggjarstøðuni hjá felagnum, men miðað verður eftir at rinda út 8-10 % av tryggingargjøldunum.

Nær fái eg at vita, hvussu nógv eg fái?

Lýkur tú treytirnar fyri at fáa limakrónur , sí s.6 1 fært tú fráboðan um upphæddina aftaná ársaðalfundin í apríl. Fráboðanin til privatkundar verður løgd á Mín trygging.

Nær verða limakrónur latnar?

Væntandi verða limakrónur á tínari kontu seinast í apríl.

Hvør í húskinum fær limakrónur?

Tann í húskinum, ið stendur sum tryggingartakari, fær limakrónur. Um tvey í sama húski standa sum tryggingartakari á hvør sínari trygging, so fáa bæði limakrónur (um tað er yvir lágmarkið).

Er støddin á limakrónunum ávirkað av, um eg havi havt skaðar?

Nei, skaðar hava onga ávirkan á limakrónur.

Hví verða limakrónur ikki mótroknaðar í tryggingargjaldinum?

Tað er Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum letur limakrónur. Ársaðalfundurin í Ognarfelag Tryggingartakaranna ásetur, hvussu nógv verður latið í limakrónum.

Betri Trygging hevur ikki ávirkan á hesa áseting og Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur heldur onga ávirkan á, hvussu Betri Trygging t.d. prísásetur sína tryggingar.

Limakrónur kunnu tí ikki mótroknast í næsta uppkravi ella gevast sum avsláttur í tryggingargjaldinum.

Er nakað lágmark fyri limakrónum?

Ja, limakrónur undir kr. 200,00 (áðrenn skatt) verða ikki útgoldnar. Tað vil siga, at er upphæddin kr. 199,00 verður hon ikki útgoldin, men er upphæddin kr. 200 verður hon útgoldin. Kundar har limakrónurnar eru undir lágmarkið, fáa ikki fráboðan frá okkum. Lágmarkið er m.a. ásett, tí at upphæddin er skattkyldug og umsitingarkostnaðurin av, at flyta smáar peningaupphæddir er lutfalsliga høgur.

Hví fái eg ikki limakrónur?

Orsøkin kann vera, at:

  • Tú ert nýggjur kundi í Betri Trygging  og tí ikki lýkur treytirnar fyri at fáa limakrónur fyri árið fyri.
  • Tú hevur teknað trygging saman við øðrum, men tað er ikki tú, sum stendur sum tryggingartakari á tryggingarskjalinum.
  • Tínar limakrónur eru undir lágmarkið fyri útgjald.
  • Títt p-/v-tal og kontonummar er ikki skrásett í kundaskipanini hjá Betri Trygging.

Um tað síðsta er tilfelli, verður tú biðin um at seta teg í samband við Betri Trygging á tlf: 348 600. Privatkundar við Samleika hava møguleika fyri sjálvir at skráseta neyðugu upplýsingarnar á heimasíðuni. Sí vegleiðing her.

Kunnu limakrónur ávirka mínar almennu veitingar?

Ja, limakrónur kunnu ávirka almennar veitingar. Tað er ymiskt, hvussu hetta ávirkar tann einstaka. Set teg í samband við stovnarnar, sum tú fært veitingar frá, fyri at kunna teg nærri. Ynskir tú ikki at fáa limakrónur útgoldnar av hesum orsøkum, so boðað okkum frá á telf: 348 600.

Hví skal eg gjalda skatt av limakrónunum?

Eins og øll onnur inntøka eru limakrónur skattskyldug inntøka.

Inntøkan er at rokna sum B-inntøka bæði hjá vanliga skattgjaldaranum og hjá sjálvstøðugt vinnurekandi.

Skal eg skráseta mínar limakrónur í sjálvuppgávuni?

Um tú ert privatkundi nýtist tær ikki at skráseta limakrónurnar í sjálvuppgávuni. TAKS fær boð frá okkum um títt útgjald og skrásetur upphæddina sum fyribils inngjald, soleiðis at skattur kann verða trektur sjálvvirkandi.

Um tú ert vinnukundi er inntøkan at rokna sum einhvør onnur skattskyldug inntøka og má fyritøkan sjálv inntøkuføra hetta í rakstrinum.

Hvussu roknar TAKS skattin?
  • TAKS roknar útgjaldið við í skattligu inntøkuna hjá borgaranum og tillagar/krevur síðan skattin eftirfylgjandi.
  • Arbeiðsmarknaðargjald (AMEG) verður roknað av limakrónunum, á sama hátt sum av einhvørjari aðrari inntøku.
  • ALS-gjald og Barsilsgjald verða IKKI rindað av limakrónunum.
  • Borgarar rinda vanliga 175 kr. + 0,7% av skattskyldugi inntøkuni til Heilsutrygd. Um borgarin hevur aðra inntøku, verða 0,7% at rinda av limakrónunum til Heilsutrygd.
  • Ásett er við lóg, hvat borgarar  í minsta lagi skulu rinda samanlagt av A- og B-inntøkuni til eftirlønargjald.
  • Um so er, at borgarin longu rindar eina upphædd, sum er omanfyri kravda inngjaldið í eftirløn, so verður einki frádrigið til eftirløn í limakrónunum.
  • Um so er, at borgarin neyvt rindar kravdu upphæddina í eftirløn, skal borgarin at rinda eftirløn av limakrónunum.
Virkir

Fyri virkir er galdandi, at tey sum móttaka limakrónur, skulu inntøkuføra hetta í rakstrinum, sum einhvørja aðra vanliga inntøku. Talan er um vanliga skattskylduga inntøku hjá virkinum.

Hvussu viðgera tit mínar persónsdátur?

Tað er Betri Trygging, sum vegna Ognarfelag Tryggingartakaranna avgreiðir øll tey umsitingarligu viðurskiftir, sum eru knýtt at útgjaldinum av limakrónunum. Tað eru upplýsingar um navn, bústað, p-/v-tal og kontonummar. Vit viðgera einans hesar upplýsingar, fyri at umsita og gjalda út limakrónur. Upplýsingarnar verða strikaðar, so skjótt vit ikki longur hava tær fyri neyðini. Les meira um viðgerð okkara av persónsupplýsingum og um tíni rættindi her

Treytir fyri at fáa limakrónur

Ert tú tryggingartakari í Betri Trygging og hevur fastan bústað ella heimstað í Føroyum, ert tú limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna. Hetta gevur tær møguleika fyri at fáa limakrónur.

Treytir fyri at fáa limakrónur
Tú skal lúka tríggjar treytir, fyri at fáa limakrónur

1. Tú skalt vera limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna

Ert tú limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, hevur tú sum útgangsstøði møguleika fyri at fáa limakrónur. Legg til merkis, at tú einans fært limakrónur, um tú stendur sum ’tryggingartakari’ í tínum tryggingarskjali.

2. Tú skalt hava verið limur undanfarna ár og vera limur á degnum fyri ársaðalfundin

Fyri at fáa limakrónur skalt tú hava verið limur í undanfarna ári. Orsøkin er, at limakrónur verða ásettar eftir tryggingargjaldinum, sum tú hevur goldið farna árið. Ert tú t.d. nýggjur kundi og hevur teknað eina nýggja trygging frá 1. juli í farna ári og restina av árinum, so rokna vit tínar limakrónur fyri farna ár út frá prísinum á tínum tryggingum í seks mánaðir.

Fyri at fáa limakrónur, skalt tú somuleiðis vera limur dagin fyri regluliga ársaðalfundin í Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Av umsitingarligum orsøkum er tað somuleiðis ein treyt fyri útgjaldi, at limirnir í seinasta lagi tann 30. novembur í tí roknskaparárinum, har Umboðsráðið á aðalfundi hevur tikið avgerð um at útgjalda limakrónur hevur latið felagnum p-tal ella v-tal, umframt kontonummarið, har útgjaldið skal flytast.

3. Tínar limakrónur skulu vera hægri enn lágmarkið fyri útgjald

Tíni tryggingargjøld skulu vera á einum ávísum støði, fyri at limakrónurnar, ið tú hevur rætt til, eru hægri enn lágmarkið fyri útgjald. Markið er kr. 200,00 (áðrenn skatt).

Eru tínar limakrónur undir 200 krónur (áðrenn skatt) verður einki útgoldið. Orsøkin til hetta er, at umsitingarútreiðslurnar av at gjalda limakrónur út í slíkum førum, eru lutfalsliga stórar og harumframt er upphæddin skattskyldug.

Mars 2024

Hví fái eg limakrónur heldur enn lægri kostna fyri tryggingarnar?

Tað er Ognarfelag Tryggingartakaranna og ikki Betri Trygging sum býtur út av yvirskotinum. Yvirskotið stavar frá virkseminum hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón umframt øðrum feløgum, sum Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur. Limakrónurnar eru at samanbera við vinningsbýtið frá privatum partafeløgum.

Hevur tú spurningar?

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara.

348 600