5. element

Íbúðir eru ein vaksandi partur av bústaðarmarknaðinum

Vit hava áður víst á, at bústaðarmynstrið í Føroyum er einstáttað, og at meginparturin av bústøðum er sethús. Vit síggja tó, at talið av íbúðarsølum er nógv vaksið seinnu árini.

Endamálið við greinini er at vísa gongdina á íbúðarprísum frá 2016 til 2023. Enn eru íbúðarsølurnar uttan fyri høvuðsstaðin fáar í tali. Tí fevnir uppgerðin bert um íbúðir í Tórshavn, undir hesum Hoyvík og Argir.

Í fjør vóru 125 íbúðir seldar í høvuðsstaðarøkinum. Tað eru á leið 75 íbúðir fleiri enn í árunum 2016-2018, tá talið lá um 50 íbúðir um árið. Seinastu árini hevur talið av íbúðarsølum í Tórshavn verið á sama støði sum talið av sethúsasølum. Fyrra hálvár í ár vóru 44 íbúðir og 47 sethús seld í høvuðsstaðarøkinum.

 

Miðalprísurin er hækkandi, hóast fermetraprísurin stendur í stað

Eins og sethúsamarknaðurin hevur íbúðarmarknaðurin verið merktur av stórum prísvøkstri seinnu árini. Frá 2016 til fyrra hálvár 2023 er miðalprísurin á íbúðum í Tórshavn hækkaður við 53%. Miðalprísurin á sethúsum er sama tíðarskeið hækkaður við 52%.

Fyrra hálvár í ár kostaði ein íbúð í Tórshavn í miðal 2,9 mió. krónur. Tað er nakað meira enn fyri árið í fjør, tá miðalprísurin var slakar 2,8 mió. krónur. Vøksturin er 4%.

 

Tá hugt verður at prísi í mun til stødd, eru íbúðirnar kortini ikki dýrkaðar hetta tíðarskeiðið. Fyrra hálvár í ár kostaði ein íbúðarfermetur í høvuðsstaðarøkinum í miðal 35.700 krónur. Tað er á leið tað sama sum fyri árið í fjør, tá fermetraprísurin var 36.000 krónur.

“Samanumtikið benda nýggjastu tølini á, at íbúðarprísirnir í Tórshavn ikki vaksa við somu ferð sum áður. Gongdin líkist henni á sethúsamarknaðinum, har miðalprísurin fyrra hálvár í ár var á leið tann sami sum fyri árið í fjør”, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.

 

Bústaðarmarknaðurin er framvegis einstáttaður

Føroyingar byggja meira og fjølbroyttari enn áður. Hetta sæst aftur í hagtølum hjá SEV fyri íbindingar í nýggjar el-mátarar. Vit ganga út frá, at hvør íbinding svarar til eina búeind. Soleiðis fáa vit eina mynd av, hvussu nógvar nýggjar búeindir verða bygdar. Henda samanberingin vísir, at talið av nýggjum búeindum er vaksandi, og at vøksturin í stóran mun stavar frá nýggjum íbúðum.

Hóast vit byggja fjølbroyttari enn áður, er bústaðarmarknaðurin í Føroyum framvegis einstáttaður. Av øllum búeindum í Føroyum eru 93% sethús og 5% íbúðir. Í Tórshavn eru 86% sethús og 10% íbúðir. Til samanberingar eru 37% av øllum búeindum í Danmark íbúðir, meðan 39% eru sethús.