5. element

Betri Banki lækkar renturnar

Danski Tjóðbankin hevur í gjár lækkað leiðandi rentuna við 0,25% stigum.

Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar.

Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,20% stigum.

Innlánsrenturnar lækka eisini við upp til 0,20% stigum.

Broytingarnar koma í gildi 22. november 2024.

 

Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur.