Evsta freist at lata Betri Banka umbidnar upplýsingar er 30. septembur 2024
Eins og aðrir peningastovnar hevur Betri Banki sambært hvítvasklóggávu skyldu at hava fleiri upplýsingar um teir kundar, sum røkja eitt serstakt alment álitisstarv, umframt um teirra tættu familjulimir og tættu samstarvsfelagar, enn um kundar annars.
Tí hevur bankin seinastu mánaðirnar heitt á hesar kundarnar um at lata bankanum ávísar upplýsingar.
Evsta freist at lata bankanum umbidnu upplýsingarnar er 30. septembur 2024. Bankin steingir fyri útgangandi transaktiónum hjá teimum kundum, sum ikki hava latið bankanum umbidnu upplýsingarnar tá. Bankin letur upp aftur fyri transaktiónum, tá bankin hevur mótikið upplýsingarnar.