Er innbúgvið nóg væl tryggjað?
Vit síggja javnan, at fólk undirmeta, hvussu nógv tey eiga - og hvat tað kostar, um ólukkan rakar og tey skulu keypa alt av nýggjum. Av tí sama tryggja tey innbúgvið alt ov lágt.Men nú hava vit gjørt tað lættari at rokna út, hvussu nógv tú skalt tryggja innbúgvið fyri.

Best umtóktu tryggingarnar
Hent at vita

Tínar tryggingar á einum stað
Skuldi skaði hent, mæla vit til, at tú brúkar skipanina "Mín Trygging" til at boða frá skaðanum. Tínir fyrimunir eru:
- Stundislig fráboðan
- Møguligt at senda myndir við fráboðanini
- Skaðin verður viðgjørdur beinanvegin
- Tú fært fráboðanir, tá ið støðan broytist (t.d. tá ið málsviðgerðin byrjar, skaðin er avgreiddur v.m.)
- Yvirlit yvir tínar tryggingar, skaðar v.m.
Tíðindi

Næstan allir føroyingar taka telefonina við í song
Sambært nýggjari kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Betri Trygging, siga 73 % av føroyingum seg hyggja ov nógv í skíggja.

Betri Trygging undanvind í 2025
Aftur í ár vísir Betri Trygging á góð úrslit, nú felagið hevur eitt yvirskot á 34 mió. kr. eftir skatt hetta hálvárið. – Yvirskotið stavar frá tryggingarvirksemi og íløguavkasti. Veðrið háttaði sær væl, og tí vóru færri stórskaðar.

Metnógvar skaðafráboðanir í 2024
Betri Trygging kunnger í dag roknskapin fyri 2024: 407 milliónir í skaðaendurgjøldum. Ongantíð áður hevur felagið fingið so nógvar skaðafráboðanir. Hóast hetta vísti roknskapurin eitt yvirskot eftir skatt á 79 milliónir krónur.

Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra hálvár
Betri Trygging rindaði kundunum 254 milliónir kr. út í skaðaendurgjøldum fyrra hálvár 2024. Tað er umleið 100 millliónir meiri enn fyrra hálvár í fjør. Orsøkin er partvís ódnin í januar – og so fleiri álvarsamar skaðahendingar á vinnuøkinum
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna eina trygging ella hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.