Betri Pensjón - Tá tú fært tíð til tín
Tá tú fert á pensjón fært tú endiliga tíð at hugsavna teg um alt, tú annars ikki náddi.Handan bókin, tú ætlaði at skriva? Hasin motorsúkklutúrurin gjøgnum alt Evropa? Hví ikki? Tú hevur hugsað um hini altarbeiðslívið. Nú snýr tað seg um teg. Nú hevur tú endiliga góða tíð. Men alt hetta letur seg bara gera, um tú hevur spart eittsindur saman. Og tað er ikki nøkur loyna, at jú fyrr tú byrjar at spara saman, jú meiri hevur tú at liva fyri, tá tú fert á pensjón.

Best umtóktu tryggingarnar
Hví Betri Pensjón
Tíðindi

Betri Pensjón - Marknaðarkunning fyri 1. ársfjórðing 2025
Árið 2025 hevur higartil verið eyðkent av nógvum roki. Fyrsti ársfjórðingur byrjaði væl, men endaði við at bæði partabrøv og lánsbrøv fullu í virði.Tjóðbankin í Evropa hevur sett rentuna niður tvær ferðir í fyrsta ársfjórðingi, meðan tjóðbankin í USA hevur hildið rentuna óbroytta.

Pensjónirnar gott avkast í 2024
Pensjónirnar hjá kundunum hjá Betri Pensjón vuksu nógv í virði í 2024, tá íløgurnar góvu besta avkastið í nógv ár. Tað var í miðal 9,7%, harav kundarnir við lægsta váða fingu eitt avkast á góð 5%, meðan kundarnir við hægsta váða fingu 17,5%.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú ráðgeving ella hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.