
Kunnandi og hugnaligt tiltak í Føroyahúsinum
Tú fært góð ráð til at søkja starv, kunning um skattaviðurskifti í Danmark, góð ráð ísv. at seta búgv fyrstu ferð, umframt áhugaverda vitan um bústaðar- og arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Vælkomin í Føroyahúsið í Keypmannahavn, hósdagin 19. mars.
Tíðindi

Ársroknskapurin fyri 2025
Úrslitið hjá Betri Banka fyri 2025 gjørdist 272,9 mió. krónur. Orsøkin til góða úrslitið er, at eftirspurningurin eftir fígging frá bæði vinnu- og privatkundum hevur verið stórur, og at útreiðslurnar hava verið lægri enn undanfarin ár.
Broyting í netbankanum í samband við kontuavrit
Í samband við eina broyting í netbankanum, verða talgild kontuavrit ikki longur framleidd og goymd í skjalagoymsluni sum PDF fílur. Kontuavrit, sum longu liggja í skjalagoymsluni, verða tó framvegis at finna aftaná broytingina.

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi?
Dámar tær at veita framúr kundatænastu, og stórtrívist tú við at samskifta við kundar við einum smíli? So er tað møguliga tær, vit leita eftir. Vit leita eftir einum tænastusinnaðum starvsfólki til avgreiðsluna á deild okkara í Miðvági.

Freistir fyri flytingar fyri jól og nýggjár
Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi fyri flytingar fyri jól og nýggjár.
Gjaldoyraroknari |
Frágreiðingar frá Fíggjareftirlitinum
Betri Banki er undir eftirliti av danska Fíggjareftirlitinum og er ein SIFI peningastovnur (Systematically Important Financial Institution) í Føroyum. Fíggjareftirlitið er regluliga á eftirlitsvitjan hjá Betri Banka og kannar um vit lúka krøvini, sum verða sett SIFI peningastovnum.
Latið okkum hoyrast
Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.
