Ársyvirlitini seinkaði
Vegna tekniskar trupulleikar eru ársultimobrøvini, sum skuldu sendast út í viku 3, seinkaði.
SDC hevur kunnað okkum um, at ársultimo brøvini, sum skuldu koma í viku 3 ikki eru klár vegna ymiskar avbjóðingar við Ársyvirlitunum og Goymsluyvirlitunum. Arbeitt verður hart við at rætta feilin, so at brøvini kunnu koma út skjótast gjørligt.
Sampakking
Fyri at spara porto verða hesi brøvini sampakkaði til tín, sum hvørki hevur Netbanka ella Mínboks.
- Ársyvirlit (verður tøkt í e-arkiv)
- Goymsluyvirlit (verður tøkt í e-arkiv)
- Innskjótaratrygd (er tøkt í e-arkiv)
- Fráboðan um borgan (er tøkt í e-arkiv)
Um tú hevur Netbanka, fært tú einki skjal sent út fysiskt. Tíni skjøl fara undir 'skjøl' í Netbankanum.
Um tú ikki hevur Netbanka, men hevur MínBoks, fært tú tíni skjøl í MínBoks
Um tú hvørki hevur Netbanka ella MínBoks, verða skjølini sampakkaði gjøgnum Posta.