Betri Umboðsráðið

Umboðsráðsval 2024

25 valevni bjóða seg fram, nú val til Umboðsráðið er. 
 
Í ár verður alt valið avgreitt talgilt. Limir fáa bræv við loyniorði at rita inn í valskipanina og harumframt er ein QR kota á brævinum, sum leiðir beint inn á valskipanina, har vit síggja valevnini – við navni og mynd. 
 
Posta ber brøvini út mánadagin 9. september og týsdagin 10. september.
Tørvar limum hjálp at atkvøða, ber til at ringja 348 600 at fáa vegleiðing.
 
Limirnir fáa sostatt høvið til at velja umboðsfólk at umboða seg í felagnum.

 

Umboðsrádsval 2024