Apple Pay

Apple Pay á telefonina

Við Apple Pay kanst tú gjalda við tíni iPhone ella Apple Watch. Harumframt ber til at brúka Apple Pay á appum og ávísum nethandlum. Les meira um hetta á síðuni her og um, hvussu tú kemur í gongd.

Skjótt og lætt

Ert tú ein av teimum, ið elskar nýggja tøkni, sum ger tað skjótari og lættari hjá tær at avgreiða tíni ørindi í gerandisdegnum? So er Apple Pay uttan iva nakað fyri teg.

Tá tú brúkar Apple Pay at gjalda við, nýtist tær bert at halda tíni iPhone ella Apple Watch tætt at kontaktleysu kortgreiðsluni, og títt gjald fer beinanvegin lætt og skjótt ígjøgnum – óansæð um tú ert í Føroyum ella uttanlands.

Tað einasta, tú hevur brúk fyri er:

  • eini Apple-eind við møguleika fyri Apple Pay 
  • einum Mastercard ella Visa/Dankorti úr Betri Banka
  • at títt telefonnummar er skrásett í okkara skipan

Harumframt skalt tú skráseta títt gjaldskort í Apple Wallet.

Leiðbeining til uppsetan av Apple Pay

Tú kanst velja millum tveir hættir, tá tú skal leggja títt VisaDankort ella Mastercard í Apple Wallet.


Fyri at leggja kortið í Apple Wallet frá tínum netbanka:

  1. Rita inn á tín netbanka sum app og trýst á valmyndina niðast í høgra horni.
  2. Trýst á "Míni kort" í valmyndini og vel Visakort ella Mastercard, sum tú ynskir at knýta at Apple Pay.
  3. Trýst á "Legg afturat Apple Pay".
  4. Nú kanst tú gjalda við tíni iPhone, har tú vanliga rindar við tínum gjaldskorti.

 

Fyri at leggja kortið í umvegis Apple Wallet appina: 

  1. Tryggja tær, at netbankin er skrásettur á telefonini
  2. Trýst á Apple Wallet
  3. Trýst á + ovast í høgra horni
  4. Vel tín netbanka
  5. Vel kortið, ið tú ynskir at leggja í Apple Wallet
  6. Nú kanst tú gjalda við tíni iPhone, har tú vanliga rindar við tínum gjaldskorti.

 

Visa/Dankort er tvey kort í einum – eitt Visa-kort og eitt Dankort. Áður hevur bara verið møguligt at rinda við Visa á Apple Pay, men nú ber eisini til at brúka Dankort. Fyri at virkja Dankort-partin, skal kortið takast av Apple Pay og leggjast inn av nýggjum. 

 

 

Ung gjaldskort

Hvussu rindi eg við Apple Pay?

Tú kanst gjalda í handlum við at trýsta tvær ferðir á home-knøttin og halda tíni iPhone tætt at kortgreiðsluni. 

Nýtir tú Face ID, skalt tú trýsta tvær ferðir á síðuknøttin og halda tíni iPhone tætt at kortgreiðsluni. Tá keypið er goldið, stendur “OK” á skerminum og eitt biip ljóð hoyrist.

Nýtir tú Apple Watch, trýstir tú tvær ferðir á síðuknøttin og heldur eisini Apple Watch tætt at kortgreiðsluni. Tú hoyrir eitt biip ljóð, tá keypið er goldið.

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.