Innskjótaratrygd í Føroyum
Hvussu eru peningur og virðisbrøv tryggjað, um peningastovnurin fer á húsagang?
Garantiformuen er ein skipan, sum skal tryggja kundar og íleggjarar í støðum, har peningastovnurin verður endurreistur ella kemur undir trotabúsviðgerð. Garantiformuen tryggjar innlán upp til 100.000 evrur (uml. 750.000 kr.) fyri hvønn einstakan persón. Privatkundar, felagsskapir, feløg og vinnukundar eru vardir.
Serligar reglur
- Innlán á pensjónkontum eru fult tryggjað og uttan avmarkingar
- Innlán, ið hava eitt sosialt endamál sambært lóg eru knýtt at serligum lívshendingum (t.d. hjúnalagi, hjúnaskilnaði, avlamni ella deyða) eru tryggjað við upp til 150.000 evrum í upp til seks mánaðir frá tí, at peningurin er settur inn á kontuna.
- Innlán, ið stava frá skaða, sum brotsverk eru atvold til, ella ið stava frá einum rangum dómi, eru tryggjað við upp til 150.000 evrum í seks mánaðir frá tí, at peningurin er settur inn á kontuna.
- Innlán, ið stava frá sølu av fastogn uttan vinnuligt endamál, eru vard við upp til 10 mió. evrum (uml. 75 mió. kr.) fram til 12 mánaðir eftir innsetingardagin.
Um fleiri persónar eiga kontuna
Eiga fleiri persónar eina kontu saman, t.d. eina felagskontu, fáa báðir partar upp til 100.000 evrur frá Garantiformuen, av tí at báðir partar eru at rokna sum sjálvstøðugir innskjótarar.
Virðisbrøv
Kundin fær útflýggjað síni virðisbrøv, um peningastovnurin fer á húsagang. Tap verða einans tryggjað, um virðisbrøv, sum hoyra til kundan og verða goymd, fyrisitin ella umsitin av peningastovninum, ikki kunnu útflýggjast. Í hesum førum tryggjar Garantiformuen tíni tap við upp til 20.000 evrum fyri hvønn einstakan persón.
At gáa um sum kundi
- Fært tú inngjøld, ið hava eitt sosialt endamál, ella ið stava frá skaða, er neyðugt at boða bankanum frá, soleiðis at upphæddin kann verða umfatað av serligu reglunum.
- Fært tú inngjøld, ið stava frá sølu av fastogn, er neyðugt at boða bankanum frá, soleiðis at upphæddin verður sett á serskilta kontu til endamálið.
Vilt tú vita meira?