Burðardygd
Vit hava gjørt tað bíligari hjá tær at velja burðardygd. Vit hava ment ein roknara, har tú kanst kanna, hvussu nógv tú sparir við at gera burðardyggar umvælingar. Samstundis er rentan væl lægri, tá tú velur burðardygd.
Hjá okkum er tað bíligari at vera burðardyggur
Vit hava gjørt tað bíligari hjá tær at velja burðardygd, og tí eru renturnar á Orkuláni, Grønum bústaðarláni og Grønum billáni væl lægri enn á vanligum lánum.
Vit vilja verða CO2 neutral
Tað eru ikki nógv ár síðan vit av álvara byrjaði at hugsa um burðardygd og taka ábyrgd fyri okkara útlát og hvussu hetta ávirkar okkara samfelag og umhvørvið. Vit gjørdu tó skjótt av, at hetta skuldi vera kjarnan í okkara virksemi framyvir.
Í 2020 gjørdust vit partur av felagsskapinum Burðardygt Vinnulív, sum hevur til endamáls at menna burðardyggar mannagongdir í føroysku vinnuni og stuðla upp undir arbeiðið við at røkka heimsmálunum hjá ST um burðardygga menning.
Tað, vit fyrst og fremst løgdu okkum eftir, var at skilja okkara egna útlát, og hvussu vit kunnu minimera okkara útlát og neiligu ávirkan á umhvørvið. Vit eru væl áveg, og hava sostatt eitt enn betri grundarlag fyri at hjálpa okkara kundum at gerast meira burðardygg.
Frágreiðing um burðardygd og samfelagsábyrgd
ESG tøl / ESG figures
ESG vegleiðing
Limirnir í Burðardygt Vinnulív hava gjørt eina vegleiðing, sum vónandi kann vera við til at hjálpa føroyskum fyritøkum at skráseta ESG tøl.
Betri Samfelagstilvit
Feløgini í Betri Samtakinum hava gjørt eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu vit náa okkara burðardyggu málum.
Les frágreiðingina, Samfelagstilvit 2022
Les frágreiðingina, Samfelagstilvit 2021
Latið okkum hoyrast
Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.