Eftirløn og tryggingar
Her á síðuni kanst tú lesa meira um tínar møguleikar í mun til eftirløn og tryggingar.
80% av føroyingum hava ikki nóg gott innlit í síni pensjónsviðurskifti - ert tú ein teirra?
Hevur tú hugsað um hvussu tú ynskir at liva, tá tú verður eldri? Tað er umráðandi at tú tekur støðu til hvussu tú sparir upp og hvussu tú tryggjar teg og tíni kæru.
Latið okkum hoyrast
Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.