Pisudagar
Fíggjarætlan, bústaður, stuðulsmøguleikar og lestrarlívið. Fá góð ráð um at flyta og vera lesandi. Pisudagurin er eisini ein upplagdur møguleiki at heilsa upp á onnur, sum ætla tað sama sum tú.
Summar. Sól. Vinir. Feria. Ólavsøka. Og so av landinum at lesa.
Men áðrenn tú fert, so kom við til Pisudagin 1. august í Havn, ella 6. august í Klaksvík, klokkan 18.
Her fært tú kunning um stuðulsmøguleikar, bústað, fíggjarviðurskifti, og góð ráð um at flyta og at vera lesandi.
Á hvørjum ári fara hundraðtals føroyingar undir víðari lesnað uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, sum krevur nógva fyrireiking, og sum eisini hevur nógvar spurningar við sær.
Tí skipa MFS (Meginfelag Føroyska Studenta) og Betri Banki fyri Pisudegnum á hvørjum ári.
Tiltakið er ætlað tær, sum fer undir víðari lesnað uttanlands. Endamálið er at geva tær høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, sum eru í somu støðu sum tú, so tú kemur so væl frá byrjan sum gjørligt.
Á Pisudegnum vera, umframt MFS og Betri Banki, Ráðgevingin fyri Føroyingar í Danmark og Vegleiðingarstovan til staðar.
Vit gleða okkum at síggja teg á Pisudegnum 1. august í Reinsarínum Havn, ella 6. august á deild okkara í Klaksvík.