Læknaviðtala

Bráðsjúkutrygging

Tá álvarslig sjúka rakar, er gott at sleppa undan fíggjarligum trupulleikum og stúranum.

Bráðsjúkutrygging veitir tær skjótt og munandi útgjald, um tú fært álvarsliga sjúku, so tú noyðist at sleppa øllum skyldum og savna teg um viðgerðina.

Vit blanda okkum ikki í, hvat ið tú brúkar útgjaldið til. Tú ræður, um tú rindar fyri serlæknaviðgerð, hjálpartól ella bara frítíð og ferðing til tess at koma fyri teg aftur.

Hvussu nógv verður goldið út, veldst um upphæddina, ið er avtalað millum teg og okkum, tá ið Bráðsjúkutryggingin verður teknað. Tú kanst tekna upp til 200.000 kr.

 

Ofta settir spurningar

Tryggingin fevnir um nógvar ymiskar sjúkur. Til dømis:

Parkinson, Alzheimers, DS Sclerose, Deyvleika á báðum oyrum og ymisk sløg av krabbameini - fyri at nevna nakrar av sjúkunum, sum tryggingin fevnir um. Hvørjar sjúkur Bráðsjúkutryggingin fevnir um, sæst í Treytir Bráðsjúkutrygging niðanfyri. Tú ert eisini vælkomin at ringja til Betri Pensjón á  348 700.

Er talan um børn, er listin øðrvísi av tí orsøk, at færri sjúkur raka børn. Tryggingin fevnir tá til dømis um: 

Ávísar krabbasjúkur, blindni, deyvleika, ólekjandi óvirkin nýru, munandi bruna- ella frostskaðar og ávísan hjartafeil, ið krevur skurðviðgerð.

Hvørjar sjúkur Bráðsjúkutryggingin børn fevnir um, sæst í Treytir Bráðsjúkutrygging niðanfyri. Tú ert eisini vælkomin at ringja til Betri Pensjón á  348 700.

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars. 

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 700

Send teldupost