Fysioterapi

Viðgerðartrygging

Viðgerðartryggingin tryggjar tær eina skjóta og góða viðgerð, um tú gerst sjúk/ur ella ert fyri vanlukku. Tryggingin verður teknað í samstarv við “Gjensidige Forsikring”.

Hjá Betri Pensjón snýr tryggleiki seg ikki bert um at sleppa undan sjúku og óhappum. Vit vita, at óhapp henda. Sjúka kann raka. Tí er tryggleiki eisini vissan um, at tú fært skjóta og góða viðgerð, tá ið illa vil til og sjúka og skaði raka. 

Tað kann hava stór fíggjarlig og menniskjanslig árin, tá vit gerast sjúk ella fáa skaða. Tí ræður um at sleppa undan bíðilistum og øðrum, ið kann seinka røttu viðgerðini.

Endamálið við Viðgerðartryggingini er júst at tryggja tær skjóta og góða viðgerð.

 

Slepp undan bíðilistum

Viðgerðartryggingin veitir tær eina viðgerðartrygd innan 10 arbeiðsdagar, soleiðis at tú sleppur undan bíðitíð. Vit vita, at skjót hjálp kann vera avgerandi. 

Gjensidige tryggjar tær eina tíð á privatsjúkrahúsi ella privatum viðgerðarstovni við viðkomandi serkunnleika. 

Fyri eitt eyka gjald kanst tú eisini víðka tryggingina til at fevna um flogferðaseðil millum Føroyar og Danmark aftur og fram. 

Viðgerðartrygging

Tú ert væl tryggjað/ur

Viðgerðartryggingin er galdandi alt samdøgrið, bæði tá ið tú ert til arbeiðis, og tá ið tú hevur frí. Hon fevnir um pínu, skaða, sjúku og fylgjur av ólukkum, sum krevja viðgerð frá lækna ella øðrum viðgera – og sum eru íkomnar eftir at tryggingin er sett í gildi. 

Tá ið tryggingin hevur verið í gildi í seks mánaðir, er pína, sjúka og annað, sum er íkomið, áðrenn tú teknaði tryggingina, eisini umfatað.

Fysioterapi

Boða frá skaða hjá Gjensidige

Soleiðis ritar tú inn

  1. Vitja heimasíðuna: www.gjensidige.dk/login
  2. Vel ”Privat” 
  3. Vel ”SAMLEIKIN-sundhedsforsikring FO”
  4. Vel ”log ind”

Um tú ikki hevur Samleikan, kanst tú skjótt og lætt skráseta teg á www.samleikin.fo/

Tú kanst eisini ringja og boða frá. Ring til Gjensidige á tel. +45 7010 9009

Viðgerð

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars. 

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 700

Send teldupost