Avgreið tíni bankaørindi í arbeiðstíð
Vit koma út til tína fyritøku og ráðgeva um fíggjarevni, sum eru viðkomandi hjá júst tínum starvsfólkum. Tað er ómakaleyst og tey spara bæði tíð og pengar.
Tá tú stovnar felag
Tað er umráðandi at fáa eina góða byrjan, tá tú stovnar felag.
Fyrst skal felagið skrásetast hjá viðkomandi stovnum og myndugleikum. Stovningarskjølini skulu eisini brúkast, tá felagið skal stovnast, sum kundi í bankanum. Niðast á stovningarskjalinum er eitt yvirlit yvir tey skjøl, sum Betri Banki skal hava í samband við stovnan.
Vit hjálpa tær fegin við at stovna felagnum kontu - sum má gerast fyri at felagið kann stovnast og virksemi kann byrja - stovna Netbanka, bíleggja gjaldskort og tosa um møguligan fíggjartørv hjá felagnum.
Í Betri Banka bjóða vit Rakstrarfígging, Íløgufígging og Ábyrgdir. Hetta verður gjørt við støði í einari kredittmeting og fíggjartørvinum hjá fyritøkuni.
Tá broytingar henda í felagnum
Betri Banki hevur skyldu til at hava rættar upplýsingar um sínar kundar og skjalprógv fyri upplýsingunum. Tí er umráðandi, at tit kunna okkum um broytingar í felagnum og koma við viðkomandi skjølum.
Vegleiðingin niðanfyri skal tryggja, at allir upplýsingar um felag tykkara eru rættar og skjalprógvaðar, hóast broytingar hava verið í felagnum. Hetta skal eisini tryggja tykkum sum kundar, at bert røttu persónar hava atgongd til peningaviðurskifti hjá felagnum.
Viðkomandi skjøl, tá broytingar henda
Viðtøkur hjá felagnum
Í viðtøkunum síggja vit, hvat endamálið er við felagnum, og hvør bindur felagið. Tey, sum binda felagið, kunnu undirskriva fulltrúir o.a.
Skásetingarprógv frá Taks
Fundarfrásøgn
Tykkara fundarfrásøgn skal sum tað minsta innihalda:
Aðalfundarfrásøgn
- Navn á felag/fyritøku og dagfesting
- Hvør er valdur sum fundarstjóri, um ein er valdur.
- Hvørji eru í nevndini - nýggj og afturvald.
- Hvussu nevndin hevur skipað seg.
- Fundarfrásøgn skal undirskrivast av útnevnda fundarstjóranum og av allari nevndini
Nevndarfundarfrásøgn
- Navn á fyritøku og dagfesting
- Hvørji manna nevndina.
- Hvussu nevndin er skipað.
- Øll nevndin skrivar undir nevndarfundarfrásøgnina.
Brúk fyri hjálp til fundarfrásøgn?
Dømi um ein aðalfundarfrásøgn at fylla út
Dømi um eina nevndarfundarfrásøgn at fylla út
Samleikaprógv
Avrit av samleikaprógvinum hjá allari nevndini og teimum, sum hava kontu- og netbankafulltrú (gildugt pass/koyrikort og fáa upplýst p-talið).
Fulltrúir
Betri Banki ynskir, at onkur er skrásettur at hava kontufulltrú til konturnar hjá felagnum. Ein netbankafulltrú skal undirskrivast til tann, sum skal hava atgongd til netbankan. Kontufulltrúan skal undirskrivast til tann, sum skal hava atgongd til netbankan. Kontufulltrúin og netbankafulltrúin eru á sama skjali. Fulltrúin skal undirskrivast av teimum, sum sambært viðtøkunum binda felagið. Tak niður skjal til fulltrú her.
Fulltrúarafturkalling
Um onkur ikki longur skal hava fulltrú, skal bankin fáa eina skrivlia áheitan um tað, undirskrivað av teimum, sum binda felagið. Skjalið afturkalling til fulltrú kann eisini nýtast. Tak niður skjal til fulltrúarafturkalling her.
Netbanki
Netbankin kann stovnast við at boða bankanum frá. Tað skal útfyllast ein netbankafulltrú til tey, sum skulu geva atgongd til netbankan. Bæði netbankaavtalan og netbankafulltrúin skulu undirskrivast av teimum, sum binda felagið. Netbankafulltrúin og kontufulltrúin eru á sama skjali.
Gjaldskort
Tað er týdningarmikið, at tú hevur tey gjaldskort, ið hóska til tín og tína fyritøku. Tú kanst hava meira enn eitt kort knýtt at somu kontu.
Í Betri Banka bjóða vit fleiri ymisk kort - alt eftir tørvi.
Latið okkum hoyrast
Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.