Mastercard Debit
Sum við øðrum kortum kanst tú hava meira enn eitt kort knýtt at somu kontu. Les meira um tínar møguleikar her á síðuni.
Hvat skalt tú brúka kortið til?
Mastercard Debit er eitt altjóða og trygt gjaldskort við saldueftirliti. Ein fyrimunur við kortinum er, at upphæddin, sum tú brúkar, verður afturhildin beinanvegin. Tá hevur tú yvirlit yvir, hvussu nógv er eftir á kontuni at brúka. Tørvar tær eitt nýtt kort her og nú, ber til at fáa eitt talgilt kort beinanvegin.
Bílegg Mastercard Debit
Einasta treyt fyri at fáa Mastercard Debit er, at tú hevur kontu í Betri Banka. Tað er ókeypis at stovna Mastercard Debit. Tó rindar tú eitt árligt gjald við ella uttan trygging. Kundar til og við 28 ár fáa tó tvey ókeypis Mastercard Debit Standard.
Er talan um kortfulltrú, skalt tú bíleggja her.
Ert tú vinnukundi, kanst tú bíleggja Mastercard Debit Business her.
Mastercard Business Standard Debit
Við hesum kortinum kanst tú taka upp til 5.000 krónur út úr sjálvtøkum og keypa fyri upp til 30.000 krónur um dagin. Við einum Debit kortið kanst tú bara brúka tað, sum stendur á kontuni og hon kann tískil ikki fara í trot. Eingin trygging er knýtt at hesum kortinum.
Latið okkum hoyrast
Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.