5. element

Persóns-upplýsingar og cookies

Viðgerð av persónupplýsingum í Betri Banka 

Betri Banki P/F er ein fíggjarligur stovnur, har vit skráseta og viðgera persónupplýsingar um teg, fyri at kunna bjóða tær nøktandi ráðgeving og eitt útboð av fíggjarligum veitingum og tænastum. Ein persónupplýsing er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni, t.e. tann skrásetti. Ein viðgerð er øll nýtsla, so sum savnan, skráseting, samkoyring, goyming, víðarigeving, avhending o.a. ella ein sameining av hesum, líkamikið um henda er automatisk ella ei.

Betri Banki P/F sum dátuábyrgdari

Betri Banki P/F er dátuábyrgdari fyri tær viðgerðir av persónupplýsingum, sum fer fram í bankanum og tekur øll neyðug stig, fyri at verja tínar persónupplýsingar í samsvari við galdandi dátuverndarlóggávu.

Lógarheimild fyri skráseting og viðgerð av persónupplýsingar

Betri Banki P/F skrásetir og nýtir tínar persónupplýsingar, fyri at kunna veita tær best møguligu ráðgeving og tænastur. Tá tú gerst kundi hjá okkum, eru tað ávísar persónupplýsingar, vit skulu og hava rætt til at viðgera um teg sambært lóggávu, sum Betri Banki hevur skyldu til at halda. Hesar eru m.a.:

  • Lóg um fíggjarligt virksemi
  • Roknskaparlógin 
  • Skattalógin 
  • Hvítvasklógin 
  • Dátuverndarlógin
  • Kreditavtalulógin
  • Lóg um virðisbrævahandlar

Vit viðgerða persónupplýsingar um teg, tá tað er neyðugt fyri at halda avtalu við teg, ella um tú hevur givið okkum samtykki til eitt ella fleiri endamál. Vit viðgera eisini persónupplýsingar um teg, tá tað er neyðugt fyri at kunna fylgja sjálvsøgdum heimilaðum áhugamálum hjá Betri Banka, viðgerðin er neyðug fyri, at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast, ella viðgerðin er heimilað í lóg. Hetta kann t.d. verða fyri at fyribyrgja hvítvaski, misnýtslu ella tap og fyri at styrkja KT- og gjaldstrygdina. Í hesum sambandi viðgera vit einans tínar persónupplýsingar, um okkara áhugamál greitt viga tyngri enn fyrilitini fyri tær.

Vit skráseta og viðgera eisini persónsupplýsingar í sambandi við annað virksemi, sum Betri Banki skal gera í samband við fíggjarligt virksemi. Tað er t.d. kredittmetingar, innanhýsis eftirlit, váðametingar, kanningar, hagfrøði, betring av kundatænastu, kundanøgdsemi, umsiting og undirvísing í hesum viðurskiftum, menning og umsiting av okkara tænastum, veitingum og skipanum og til beinleiðis marknaðarføring.

Hvørjar persónupplýsingar skrásetir og viðgerð Betri Banki P/F?

Persónupplýsingar vit skráseta og viðgera um teg er treytað av, hvørjum veitingum og tænastum tú hevur ella vilt hava. Vit skráseta: 

  • Vanligar persónupplýsingar - so sum navn, bústað, telefonnummar, teldupostbústað, føðingardagur, sivilstøða, yrki, p-tal, samleikaprógv, fíggjarligar upplýsingar so sum kontu- og kortnummar, inntøkur, trygdir, skuld, ogn, húsarhaldnýtsla og upplýsingar um hvørji produktir tína familja hevur, fyri at kunna veita tær røttu ráðgeving og tænastur. Eisini verða upplýsingar um flytingar skrásettar, íroknað viðmerkingar ella boð, sum tú sum kundi skrivar tá ein flyting verður gjørt. 
  • Viðkvæmar persónupplýsingar -Sambært Dátuverndarlógini eru viðkvæmar upplýsingar upplýsing um: 
    • húðarlit, ættarslag ella etniskan uppruna
    • átrúnaðarlig, heimspekilig ella politisk sannføring
    • Ílegu- og biometriskar dátur við tí endamáli at eyðmerkja ein persón 
    • revsiverd viðurskifti
    • kynslig viðurskifti
    • heilsustøða
    • yrkisfelagsligt tilknýti
    • munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti. 

Í høvuðsheitinum skráseta vit ikki viðkvæmar persónupplýsingar. Tað kann tó verða neyðugt í ávísum førum at skráseta viðkvæmar persónupplýsingar, so sum heilsustøða, yrkisfelagsligt tilknýti ella onnur heilt privat viðurskifti fyri at kunna veita tær røttu ráðgeving ella tænastu og viðgerðin er heimilað í lóg ella neyðug fyri at gera eitt rættarkrav galdandi. 

Okkara førleiki at veita tær best møguligu ráðgeving og tænastur í mun til tín tørv, er í ávísan mun tengdur at, hvussu væl vit kenna teg. Tí er tað týdningarmikið at tínar upplýsingar eru rættar og neyvar, og at tú kunnar okkum um møguligar broytingar í viðurskiftum, sum upplýsingarnar viðvíkja.

Fyri at kunna gera ávísar uppgávur, skráseta og viðgera vit persónupplýsingar, sum vit móttaka frá triðjaparti. Hesi eru m.a: 

  • Landsfólkayvirlitið og øðrum almennum keldum og skráum. Vit skráseta og viðgera persónupplýsingarnar t.d. fyri at vátta um ávísar upplýsingum um teg eru rættar. 
  • Handlum, bankum, gjalds- og tænastuveitarum, tá tú brúkar tíni gjaldskort, netbankan ella aðrar gjaldstænastur. Vit skráseta og viðgera persónupplýsingarnar til at fremja gjaldingar og fyri at kunna framleiða kontuavrit, gjaldsyvirlit og líknandi.
Víðarigeving av persónupplýsingum

Starvsfólk í betri banka hava tagnarskyldu og tískil kunnu persónupplýsingar um teg ikki víðarigevast, uttan so tú hevur givið okkum samtykki, ella tá vit hava rætt til ella er bundin til at víðarigeva upplýsingar sambært lóggávu. Upplýsingar um teg kunnu uttan títt samtykki víðarigevast til: 

  • Almennu myndugleikar, sum hava lógarheimild at biðja um upplýsingar, so sum TAKS, Statsadvokaten for National enhed for Særlig Kriminalitet (NSK) (áður nevnt SØIK), Fíggjareftirlitið og løgregluna í sambandi við løgreglumál í tann mun, lóggávan krevur tað.
  • Ávísar upplýsingar til aðrar fíggjarstovnar í sambandi við peningaflytingar.

Upplýsingar um teg kunnu eisini víðarilatast til dátuviðgerðar hjá Betri Banka, t.d. KT-veitarar til hýsing og rakstur og aðrar samstarvsfelagar, har Betri Banki hevur dátuviðgerðaravtalur fyri at tryggja, at tíni rættindi eru vard, og at trygdarstigið er nøktandi og sambært lóggávu.

Hvørji eru míni rættindi?

Rættin til innlit: Tú hevur rætt til at fáa innlit í hvørjar persónupplýsingar vit viðgera um teg, hvar tær upprunaliga eru komnar frá og hvat Betri Banki brúkar tær til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi Betri Banki goymir tínar upplýsingar og møguligu móttakarar av upplýsingunum, har tær eru víðarigivnar. Viðmerkjast skal tó, at í lóggávuni er innlitið avmarka grundað á dátuvernd fyri aðrar persónar og virksemisgrundarlagið hjá Betri Banka. 

Sjálvvirkandi avgerðir og profilering: Okkara skipanir kunnu í ávísum førum sjálvvirkandi fremja avgerðir við støði í teimum upplýsingum, sum vit hava um teg. Hetta kann t.d. verða avgerðir um segmentering og produktskifti. Umframt fremur Betri Banki sjálvvirkandi avgerðir, grundað á teimum upplýsingum vit hava um teg, til at fremja kredittmetingar og trotaviðgerð í samband við kreditviðgerðir, anti-hvítvask metingar og váðametingar. Tó skal viðmerkjast, at sjálvvirkandi viðgerðir ikki eru einasta grundarlag fyri kreditt- og váðametingum. 

Profilering er eitt slag av sjálvvirkandi viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Vit brúka t.d. profilering til at bjóða tær ávísar tænastur og veitingar, sum samsvara tínum viðurskiftum. 

Tú kanst krevja at fáa innlit í, hvussu ein sjálvvirkandi avgerð er tikin og fylgjurnar av avgerðini. 

Rættur til rætting, striking og avmarking  av persónupplýsingum: Um upplýsingarnar, sum vit viðgera um teg, eru skeivar, ófullkomnar ella óviðkomandi, hevur tú, við teimum avmarkingum, sum eru í galdandi lóggávu, rætt til at krevja, at vit rætta ella strika upplýsingarnar. Tú kanst eisini krevja, at viðgerðin av upplýsingunum verður steðgað uttan so, at vit hava lógarheimild at viðgera tær, ella okkara heimilaði áhugamál ganga framum áhugamálini ella grundleggjandi rættindi hjá tær. 

Rættur til mótmæli: Tú kanst mótmæla, at persónupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan er heimilað, hevur hon við sær, at viðgerðin av upplýsingunum verður steðgað.

Rættur til dátuflyting: Um vit viðgera persónupplýsingar um teg grundað á samtykki ella fyri at halda eina avtalu og viðgerðin er automatisk, hevur tú rætt til at fáa fluttar tær upplýsingar, sum tú hevur latið Betri Banka, til annan dátuábyrgdara.

Samtykki og afturtøka av samtykki

Fyri at betra um heildarráðgevingina í Betri samtakinum, ynskir Betri Banki at útveksla persónupplýsingar um teg við Betri Trygging og Betri Pensjón. Hetta krevur tó títt samtykki, sum tú kanst geva umvegis netbankan ella oyðublað. Samtykki fevnir bert um teir neyðugu persónupplýsingar, sum viðvíkur tænastuna og umfatar ikki viðkvæmar persónupplýsingar so sum heilsuupplýsingar. 

Um tú hevur givið samtykki at Betri feløgini kunnu deila tínar persónupplýsingar millum feløgini, kanst tú til eina og hvørja tíð taka hetta samtykki aftur. Tín afturtøka vil tó ikki ávirka heimildina av viðgerðini, sum bleiv gjørd áðrenn afturtøkuna av samtykkinum. Viðmerkjast skal, at um tú tekur aftur eitt samtykki, kann tað hava við sær, at vit ikki framhaldandi eru før fyri at bjóða tær ávísar tænastur ella veitingar. Tá tú tekur eitt samtykki aftur, verður viðgerðin av viðkomandi upplýsingum steðgað. Fyri at taka eitt samtykki aftur, kanst tú venda tær til tín kundaráðgeva.

Hvussu leingi verða persónupplýsingar goymdar?

Vit goyma tínar upplýsingar, so leingi tað er neyðugt í mun til tey endamál, sum upplýsingarnar vóru savnaðir inn til. Vit goyma tí tínar upplýsingar so leingi, vit veita tær eina fíggjarliga tænastu ella veiting. Um tú velur at enda kundasambandið við okkum, eru vit áløgd sambært lóg at goyma tínar upplýsingar í minsta lagi 5 ár afturat. Hetta gera vit m.a.  fyri at lúka krøv í roknskaparlóggávuni og hvítvasklóggávuni. Í ávísum førum goyma vit tínar upplýsingar longri, t.d. tá fyrningarfreistin í sambandi við avtalu um eina tænastu ella veiting er 10 ár, kunnu vit goyma upplýsingarnar í 10 ár. Vit eru eisini áløgd at goyma persónupplýsingar longri, um hetta verður kravt av myndugleikum.

Viðgerð av persónupplýsingum talgilt

Betri Banki nýtir elektronisku slóðina, sum tú leggur eftir tær, tá ið tú vitjar heimasíðuna og Netbankan. Eitt farspor er ein lítil tekstfíla, sum heimasíður brúka til at kenna aftur tína teldu. Eitt farspor er ikki eitt forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit.

Tá tú fyllir út eitt oyðublað um kontakt ella umbøn um fígging umvegis heimasíðuna, skráseta vit tær upplýsingar, sum tú gevur okkum. Upplýsingarnar verða ikki goymdar á heimasíðuni, men verða skrásettar í kundaskipanini hjá okkum og goymdar eftir vanligu leiðreglum fyri goyming. 

Tú kanst finna meira kunning um farspor og vegleiðing um hvussu tú gert sporingina av farsporum óvirknað á heimasíðu okkara.

Tá tú vitjar okkara facebook- ella instagramsíðu, savna og viðgerða Facebook og Instagram persónupplýsingar um teg, sum lýst í Dátupolitikkinum og farsporpolitikkinum hjá Facebook og Instagram. Upplýsingarnar verða savnaðar við at Facebook og Instagram leggja farspor á tína teldu ella eind og savna upplýsingar. Hetta hendir, tá tú ert virkin á okkara facebook- ella instagramsíðu, eitt nú við at “dáma”, “deila” ella at gera viðmerking til eitt hvørt vit hava lagt á síðurnar. Slík farspor eru virkin í tvey ár, um tú ikki strikar tey.

Facebook og Instagram brúka upplýsingarnar til at menna lýsingar teirra og til at laga marknaðarføring teirra til facebook- og instagramsíðu okkara. Vert er at hugsa um, at tá tú skrivar til okkum á Facebook ella Instagram, so kann Betri Banki ikki brongla, verja, rætta ella strika tínar upplýsingar. Vit mæla tí til, at tú í staðin ringir til okkum á tlf. 348 000.

Samband og kæra

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, ella um hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar. Tú kanst seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk (DPO) í Betri Banka við at senda ein teldupost til persondata.banki@betri.fo ella at ringja til okkum umvegis høvuðstelefon nr. +298 348000.

Um tú ert ónøgd/ur við, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar, og úrslitið av tíni áheitan ikki var nøktandi, kanst tú seta teg í samband við kæruviðgerðan á Betri Banka við at senda ein teldupost til klaga.banki@betri.fo.

Tú kanst eisini venda tær til Dátueftirlitið viðvíkjandi klagum og spurningar:

Dátueftirlitið
Heiðavegur 25
FO-600 Saltangará
Tlf. +298 309100
T-postur dat@dat.fo
www.dat.fo

Eftirlit

Fyri viðgerð av persónupplýsingum er Betri Banki undir eftirliti av Dátueftirlitinum.

Lummin
Les persónsdatapolitikkin um Lumman her.