Kontur

Í Betri Banka hava vit ymiskar kontur at bjóða tær. Í okkara ráðgeving taka vit hædd fyri tínum viðurskiftum og ætlanum, og saman finna vit útav, hvørjar kontur rigga best til tín.

Kontur til løn og fastar útreiðslur

Hjá teimum flestu gevur tað góða meining at hava eina kontu til dagligu peninganýtsluna saman við einari Heildarkontu til føstu útreiðslurnar. Harafturat er tað eisini eitt gott hugskot at hava eina ella tvær uppsparingarkontur.

  • Nýtslukonta
  • Heildarkonta
  • Innlánskonta

Øll kunnu stovna sær eina Nýtslukontu. Gjaldskort kunnu knýtast at kontuni, og tú kanst umsita og kalla kontuna tað, tú vilt, í Netbankanum. 

Harafturat ber til at knýta ymsar sjálvtænastur at kontuni, sum geva tær lættari atgongd til eitt nú at:

  • gera flytingar
  • síggja saldu
  • síggja kontuavrit o.a.

Nýtslukontan hevur broytiliga rentu.

Halt skil á pengunum 

Hvat skal við í tína fíggjarætlan? Og hvørjar eru føstu útreiðslurnar? Ger tína egnu fíggjarætlan eftir okkara leisti, so hevur tú altíð yvirlit yvir samlaðu fíggjarstøðuna.

Ger eina fíggjarætlan

Uppsparingarkontur

Vit bjóða fleiri góðar uppsparingarkontur, alt eftir hvat tú ynskir at spara upp til og nær tú skalt brúka peningin. 

  • Bassakonta
  • Bústaðarkonta
  • Uppsparingarkonta
  • Eftirlønarkonta

Bassakontan er til børn í aldrinum 0 til og við 18 ár. Tá barnið fyllir 18 ár, heldur kontan fram sum ein Uppsparingarkonta við 3 mðr. uppsøgn.

Við Bassakontuni kunnu børnini, foreldur og familja spara upp til framtíðina hjá barninum.

Sí rentuna á Bassakontu her.

Tá Bassakontan verður stovnað

Minst til at hava við:

  • persónstalskortið
  • dóps- ella navnaseðil hjá barninum
  • samleikaprógv - pass ella koyrikort hjá foreldrunum/kontustovnaranum.

Bert foreldur ella verjar kunnu stovna barninum eina Bassakontu. Kontan er ókeypis at stovna og fær barnið eina fitta gávu frá Bassa og 500 krónur á kontuna.

Kontan er bundin, til barnið er fylt 18 ár.

Stovna Bassakontu

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.