Visa gjaldskort

Gjaldskort

Tað er týdningarmikið, at tú hevur tey gjaldskort, ið hóska til tín. Í Betri Banka bjóða vit fleiri ymisk kort - alt eftir tørvi.

Loyniorð til keyp á netinum

Tá ið tú nýtir gjaldskortið í nethandlum kanst tú verða biðin um at stovna tær eitt persónligt loyniorð og skráseta títt telefonnummar. Tú skal brúka Samleikan til at stovna loyniorðið, og skalt tú stovna eitt loyniorð fyri hvørt kort. Tað ber til at hava sama loyniorð til fleiri gjaldskort.

Stovna loyniorð

Tú sært allar gjaldskortupplýsingar á netbankanum

Tað merkir, at tú kanst fremja keyp á netinum ella stovna gjaldsavtalur uttan at hava títt fysiska gjaldskort við hondina. Í løtuni er hetta bert galdandi fyri iOS skipanina, og ikki Android. 

Tú finnur gjaldskortupplýsingarnar undir ”Míni kort” á netbankanum. Vel gjaldskortið og síðani ”Vís upplýsingar”.

Tryggja tær, at eingin fær fatur á tínum gjaldskortupplýsingum, og goym tí ongantíð upplýsingarnar á telefonini ella á pappíri.

Talgilt gjaldskort

Tú hevur møguleika at fáa eitt talgilt gjaldskort, sum tú fært í somu løtu, tú bíleggur. Um tú ætlar tær uttanlands at ferðast, er tað eitt gott ráð at hava tvey gjaldskort við.

Um tú ikki longu hevur tvey gjaldskort, er tað lætt og skjótt at fáa eitt talgilt gjaldskort.

Bílegg talgilt gjaldskort

Ferðast tryggari á netinum

Snýt á netinum er ein vaksandi trupulleiki. Teldusníkar gerast snildari, upphæddirnar størri og avleiðingarnar alsamt meira umfatandi.

Saman við øðrum hava vit gjørt eitt átak, sum varpar ljós á trupulleikan og gevur tær góð ráð um, hvussu tú kanst sleppa undan snýti. 

Slepp undan snýti

Møguleiki fyri mótmæli

Sum korthaldari hevur tú í summum førum møguleika at mótmæla ella vísa aftur gjaldingum, sum eru gjørdar við tínum gjaldskorti. Hetta um keypið er gjørt á netinum, við postordra ella telefonordra. Slík keyp kallast fjarsøla.

Møguleikin fyri mótmæli veldst um, hvat kort, tú hevur brúkt til keypið. Niðanfyri eru vegleiðingar til fleiri kortsløg, har tú fært upplýsingar um tínar møguleikar fyri mótmæli fyri hvørt einstakt gjaldskort.

Vónandi finnur tú tær upplýsingar, tær tørvar. Um ikki, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 348 000 ella teldupost banki@betri.fo. 

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.