Børn

Vit vilja hjálpa tær at geva barninum eina góða fíggjarliga byrjan. Her á síðuni fært tú yvirlit yvir kontur, kort og annað, sum vit bjóða tykkum.

Ungur nemur, gamal fremur

Tað, vit læra sum børn og ung, taka vit vanliga við okkum inn í vaksnamannalívið. Tí er umráðandi at byrja tíðliga at læra um pengar og um, hvussu týðandi tað er at spara upp og handfara pengar ábyrgdarfult. Tá geva vit børnunum góðar fortreytir fyri at duga væl at umsita pengar.

Góð ráð um uppsparing

  1. Set eina upphædd inn á uppsparingarkontu um mánaðin. So hevur barnið eitt gott íkast til framtíðar dreymar. 
  2. Lær barnið at spara upp og at brúka pengar á skilagóðan hátt - til dømis við at geva barninum lummapengar

Fyrsta gjaldskortið

Frá 7 ára aldri ber til at fáa eitt Mastercard Debit. Einasta kravið er ein játtan frá foreldrum ella verja. Um tit koma inn á eina av okkara deildum, fær barnið ein kulan Puma ryggsekk frá okkum, tá kortið verður bílagt.

Ein fyrimunur við Mastercard Debit kortinum er, at upphæddin, sum verður brúkt, verður afturhildin beinanvegin, og tí er lætt at hava yvirlit yvir, hvussu nógv er eftir á kontuni at brúka.

Mastercard Debit kann brúkast í handlum, á netinum og í sjálvtøkum kring allan heim

Les meira um brúkarareglur

Les meira um reglugerð fyri mynd á títt gjaldskort

Stovna Mastercard Debit

Góð ráð um børn og gjaldskort

  1. Tosa við barnið um, at kotan er loynilig, og goym hana væl.
  2. Minst til, at kontan, sum er knýtt at kortinum er ein Nýtslukonta. Tí er skilagott at spara upp á aðrari kontu. 
  3. Fylg við nýtsluni hjá barninum á tínum netbanka.
  4. Lær barnið um nýtslu. Set orð á, hvar peningurin kemur frá, og hvat hann skal brúkast til.

Gott yvirlit við Lummanum

Tá barnið hevur fingið sítt fyrsta gjaldskort, hevur tað enn størri týdning, at tað er skjótt og ómakaleyst at fáa yvirlit yvir nýtslu og innistandandi. Hetta kann Lummin hjálpa við. 

Lummin er ein app til 7 ára gomul børn og eldri, sum gevur barninum greitt yvirlit yvir sínar kontur, peninganýtslu og uppsparing. 

Appin hevur avmarkingar, sum gera, at tað ikki ber til at flyta pening við appini. Ynskir barnið at fáa sítt persónliga eyðkeynni á appina, kunnu bakgrundsmynd og vangamynd skiftast út. 

Tað er skjótt og ómakaleyst at stovna Lumman. Eitt foreldur ritar inn við sínum Samleika á Lumma appini á telefonini hjá barninum. Síðani velur barni eina kotu, sum frameftir skal nýtast at rita inn við.

Vit hava gjørt eina vegleiðing, so tú sært hvussu tit koma ígongd at brúka Lumman her

Vónin er, at Lummin kann vera ein hjálp hjá børnum og vaksnum at tosa um pengar og soleiðis tryggja sunnar fíggjarligar vanar.

Les persónsdatapolitikkin um Lumman her.

Stovna Lumman

Søgan um Bassa og Bassilinu

Bassi og Bassilina eru fittar lomvigapisur. Tí er dúnið grátt og frísutt. Tey eru eins og aðrar lomvigapisur sera hjartagóðar.

Bassi og Bassilina eru systkin. Tey eru sera góð, og gera nærum alt saman.

Tað er gott fyri bæði kropp og sinn at vera uttandura, og serliga dámar Bassilinu at fara gongutúr í fjørðuni og spæla spøl, sum blikka og banka kjøt, saman við vinum.  

Bassi dámar væl at svimja, og dugir sera væl at kava. Tá Bassi lærdi at kava var tað til tíðir ræðandi. Men hann var treiskur, og so hvørt hann royndi seg dugdi hann betur og betur. Soleiðis er tað ofta, tá vit skulu læra okkurt nýtt. Men tá vit eru ágrýtin og tolin er lættari at røkka okkara málum.  

Bassi og Bassilina dáma eisini so væl at rokna og lesa, og tey vilja fegin hjálpa tær at læra um tøl og bókstavar, um tú kundi hugsað tær at lært tað. Tað er so stuttligt at læra okkurt nýtt.  

Um tú hittir Bassa ella Bassilinu, so skalt tú ikki halda teg aftur, tí tey vil sera fegin heilsa uppá teg og fáa ein klemm.  

Tá barnið hevur føðingardag

Áðrenn føðingardagin hjá barninum, eru tit vælkomin í bankan eftir innbjóðingarkortum. Seta tit síðani føðingardagspengar á Bassakontuna fær barnið eina gávu frá Bassa og Bassilinu. 

Her kanst tú bíleggja ymiskt lærandi tilfar frá Bassa og Bassilinu, sum millum annað barnagarðar, skúlar og onnur kunnu brúka. Bílegg her.

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.