MIFID
MiFID reglurnar eru til fyri at verja teg sum íleggjara. Tað er tí neyðugt, at seta seg inn í og fáa kunning um eitt nú goymslu- og handilstreytir, áðrenn tú gert íløgur fyrstu ferð.
MiFID reglur
MiFID reglurnar taka støði í ES fyriskipanunum, "Markets in Financial Instruments Directive", eisini kallað MiFID, og komu í gildi í Føroyum 1. februar 2011.
Hevur tú Netbanka, ber til hjá tær at verða 'MiFID'að/ur' í Netbankanum. Tað ber ikki til at handla virðisbrøv í Netbankanum, um tú ikki ert MiFID'að/ur.
Endamálið við fyriskipanunum er millum annað at:
- Økja gjøgnumskygnið hjá íleggjarum
- Geva íleggjarum grundarlag at taka støðu út frá
- Fáa samsvar í handilstreytir tvørtur um landamørk
- Útgreina rættindi hjá íleggjarum og skyldur og ábyrgd hjá virðisbrævahandlarum
Hug til eitt íløguprát?
Fá meira at vita um íløgur frá okkara ráðgevum í Markets.