Ung flyta saman

Flyta heimanífrá

At flyta heimanífrá er bæði spennandi og avbjóðandi. Tú fært størri frælsi, men eisini størri ábyrgd. Í Betri Banka hjálpa vit tær við fíggjarliga partinum, so tú veitst, hvat tú hevur ráð til, og hvat hóskar best til tína fíggjarstøðu og ætlanir.

Flyta heimanífrá

Við frælsinum at búgva fyri seg sjálvan fylgja eisini ábyrgd og fíggjarligar skyldur. Tað er tí umráðandi, at tú setir teg væl inn í tíni fíggjarviðurskifti. 

6 góð ráð 

Flyta saman

Hevur tú ætlanir um at flyta saman við makanum, eigur tú eisini at hugsa um at innrætta tykkara fíggjarlív eitt sindur øðrvísi. Nógvir spurningar kunnu stinga seg upp í hesum sambandi, so sum: Hvussu deila vit rokningar? Skulu vit hava sama banka? Hvussu við tryggingum? 

5 góð ráð

  • Ger eina Fíggjarætlan - So hava tit yvirlit yvir, hvussu nógv er eftir at liva fyri um mánaðin
  • Um tit ikki hava lán ella børn saman, kunnu tit byrja við at hava eina felags Heildarkontu við føstum flytingum til rokningar. Tá tit deila køliskáp kann tað eisini vera eitt gott hugskot at hava eina kontu til matútreiðslurnar. Eru tit bæði kundar í Betri, kunnu vit bjóða tykkum hvør sítt kort til Nýtslukontuna. Best er, um tað er eitt Mastercard Debit. Tá kann kontan ikki fara í minus
  • At hava eina uppsparing til óvæntaðar útreiðslur og feriur er nógv vert. Um tit hava ráð, er eisini gott at spara upp til størri íløgur sum t.d. til bil ella hús
  • Kannið, um tit eru nóg væl tryggaði. Vit hjálpa fegin við øllum spurningum í hesum sambandi
  • Hava tit sama banka, kann tað vera ein fyrimunur fyri samlaða yvirlitið at hava sama ráðgeva.

Soleiðis kann ein fíggjarætlan síggja út

Kári og Heidi eru bæði undir útbúgving. Kári er í læru sum timburmaður, og Heidi lesur á Setrinum. Saman leiga tey eina íbúð. Nú, tá inntøkan er so avmarkað, hava tey avgjørt at stovna eina Heildarkontu til fastar útreiðslur og eina Innlánskontu til mat fyri at hava betri skil á fíggjarviðurskiftunum. Afturat hesum hevur Heidi valt at arbeiða á eini matstovu. 

Sjálvt um tey ikki hava so nógvar pengar, vilja tey leggja eitt sindur av pengum til síðis hvønn mánað til óvantaðar útreiðslur, ferðing o.a.

Tey hava tí valt at seta 1000 krónur inn á eina Uppsparingarkontu um mánaðin. Alt ger mun og um summarið, tá Heidi hevur møguleika at arbeiða meira enn vanligt, setir hon enn meira inn á uppsparingina. 

Afturat hesum hava Heidi og Kári valt at flyta 1000 krónur um mánaðin inn á eina Bústaðarkontu fyri at spara upp til egnan bústað. 

Tá fastar útreiðslur, matur, uppsparing og annað er goldið, hava Kári og Heidi 3.980 kr. eftir at liva fyri.

Netto inntøkur

Kári
   Lærlingaløn 8.449 kr.
Heidi
   Studningur 4.471 kr.
   Lestrarstarv 3.000 kr.
Í alt 15.920 kr.
 
Fastar útreiðslur/Heildarkonta
   Leiga   6.000 kr.
   Internet
  500 kr.
   Tlf.
  400 kr.
   Trygging
  200 kr.
   Ymiskt annað
  300 kr.
   Havnar Handverkarafelag
  40 kr.
Í alt
  7.440 kr.
     
Innlánskontu til mat
  2500 kr.
Bústaðarkonta
  1000 kr.
Uppsparingarkonta
  1000 kr.
Eftir, tá alt er goldið
  3.980 kr.

Bústaðarkontan 

Tú skalt sum meginreglu hava 10% í eginfígging, tá tú tekur lán til at keypa ein bústað. Fyrireika teg í góðari tíð og byrja at spara upp beinanvegin. Sjálvt smærri upphæddir gera stóran mun. 

Við eini Bústaðarkontu kanst tú spara upp til tín fyrsta bústað við eini hægri rentu. 
Tú fært samstundis 1.000 krónur á kontuna, tá tú stovnar eina Bústaðarkontu.

Stovna Bústaðarkontu

Ung flyta saman

Egnan bústað

Fyrsta stigið, tá tú skalt hava egnan bústað, er at stovna eina Bústaðarkontu í Betri Banka. Tá kann dreymurin um egnan bústað gerast veruleiki, áðrenn tú grunar.

Familja

Hvussu vilt tú búgva?

Betri Heim hevur nógv spennandi hús og íbúðir til sølu. Spurningurin er bara, hvat hóskar best til tín og tín pengapung. 

Betriheim.fo

Uppsparing

Legg tína framtíð til rættis

Nógvir fyrimunir eru við at leggja pengar til síðis. Ein føst upphædd hvønn mánað er eitt gott íkast, tá tú skalt keypa nýggja teldu, bil, ella bara spara upp til framtíðar bústaðin. Sjálvt smáar upphæddir gera stóran mun. 

Lesandi

Fíggjarætlan

Halt skil á pengunum. Ger eina fíggjarætlan

Hvat skal við í tína fíggjarætlan? Og hvørjar eru føstu útreiðslurnar? Ger tína egnu fíggjarætlan eftir okkara leisti, so hevur tú altíð yvirlit yvir samlaðu fíggjarstøðuna.

Ger eina Fíggjarætlan
Netbankin

Netbankin

Brúka Netbankan sum app

Við Netbankanum sum app ber til at avgreiða tey mest vanligu bankaørindini. Óansæð tíð og stað.

Kom í gongd her

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.