Vinn gávubræv frá Atlantic Airways á 1.100 krónur
Næmingur í Betri Banka
Útbúgvingin tekur 2 ár, har tú eisini gongur í peningastovnsskúla í styttri tíðarskeiðum. Skúlagongdin er skipað í samstarvi við Finanssektorens Uddannelsescenter í Skanderborg, men øll undirvísing er í Føroyum.
Um útbúgvingina
Vit kunnu bjóða tær eina spennandi útbúgving, har tú sleppur at royna teg bæði fakliga og persónliga.
Sum bankanæmingur fært tú eina góða grundleggjandi útbúgving. Lærutíðin er 2 ár, men tú fert rættuliga tíðliga at fáa uppgávur, har tú ert í beinleiðis sambandi við kundar okkara. Tí er umráðandi, at tær dámar at hava við fólk at gera, og at tú trívist við og hevur evni at seta teg inn í støðuna hjá øðrum.
Vit leggja stóran dent á, at tú sum næmingur hevur tað gott og lærir og mennist nógv í Betri Banka. Tí fáa allir næmingar ein sonevndan mentor. Ein mentor er eitt starvsfólk í Betri Banka, sum fylgir tær í lærutíðini og hevur áhuga fyri, hvussu tað gongst hjá tær – bæði fakliga og persónliga. Lærutíðin er bæði teoretisk og praksisk, ið ganga hond í hond, soleiðis at tú sum næmingur altíð fært samantvinnað tað, tú lærir í skúlanum og í bankanum.
Praksis
Endamálið við verkliga partinum, sum er lærutíðin í bankanum, er at geva tær eina breiða vitan um tær ymsu uppgávurnar, ið tú fert at møta í arbeiðnum.
Hesar uppgávur kunnu t.d. verða:
- Kundasamskifti
- Ráðgeving til kundar
- Kundatænasta
- Kassaavgreiðsla
Tú fert eisini í styttri tíðarskeiðum at arbeiða á øðrum deildum á privatkundaøkinum.
Teori
Endamálið við teoretiska partinum av lærutíðini er at geva tær eina fakliga vitan, ið er fortreytin fyri at greina og nøkta fíggjarliga tørvin hjá kundanum. Í skúlanum fært tú innlit í ymsar peningastovns- og tryggingarvørur, samfelagsviðurskifti og búskaparviðurskifti hjá privatkundum.
Lærutíðin tekur 2 ár. Skúlin er samansettur av ymsum kravdum lærugreinum og nøkrum valfríum lærugreinum. Skúlin endar við einari skrivligari uppgávu við munnligari próvtøku.
Í lærutíðini fært tú innlit í tey øki, ið eru neyðug fyri at geva kundanum eina nøktandi tænastu. Fortreytin fyri at kunna taka støði í tørvi kundans er at møta honum har hann er. Tí leggja vit dent á at búgva næmingarnar til at veita eina professionella tænastu. Tað gera vit m.a. við at lata samsvar vera millum teori og praktiskar uppgávur.
Eftir lokna útbúgving
Betri Banki ynskir, at tú ert væl fyri fakliga, soleiðis at tú kanst taka av teim avbjóðingum og krøvum, sum framtíðin bjóðar. Í Betri Banka seta vit bankanæmingar hvørt ár, men vit kunnu ikki tryggja, at tú fært starv í samtakinum eftir lokna lærutíð.
Tá lærutíðin og skúlin eru lokin, ert tú útbúgvin bankaatstøðingur, og kann arbeiða í peningastovnum bæði í Føroyum og í Danmark.