Betri Pensjón veitir eisini fyritøkum avtalur um heildarloysnir, sum kunnu fevna um pensjón, lívstrygging, bráðsjúkutrygging, óarbeiðsføristrygging og viðgerðartrygging. Avtalurnar eru ymiskar og kunnu setast saman av eini ella fleiri av nevndu tryggingum/pensjónum og lagaðar júst til tykkara tørv.
Tit eru vælkomin at venda tykkum til Betri Pensjón á betri@pensjon.fo ella við at ringja 348 700.
Vit eru altíð fús at seta tykkum eitt tilboð saman - tað kostar einki at spyrja okkum.
Hví Betri Pensjón
Betri pensjón til tykkara starvsfólk
Hjá Betri Pensjón gera vit dagliga okkara besta fyri at kundarnir skulu fáa eina so góða samansparing, sum møguligt. Pensjónin er jú tað, vit øll skulu liva av, tá ið vit gerast pensjónistar.
Betri Pensjón bjóðar marknaðarrentu. Tað merkir, at avkastið, tú fært, er tengt at, hvussu væl tað gongur teimum íløgunum, sum vit gera í partabrøv og lánsbrøv. Starvsfólkini hava, við ráðgeving frá okkum, møguleika fyri at velja, hvussu váðafús tey vilja vera, og hvussu stórur partur av pensjónini skal vera í ávikavist partabrøv og lánsbrøv.
Hjá okkum fáa tykkara starvsfólk sostatt sjálv ávirkan á sína egnu pensjón - millum annað við at áseta váðan.
Tryggingar til ein og hvønn tørv
Ein góð pensjónsskipan merkir eisini góðar tryggingar. Hjá Betri Pensjón bjóða vit tryggingar, som koma væl við, um starvsfólk fáa tørv á viðgerð ella um tey gerast óarbeiðsfør. Við Lívstryggingini fáa hartil eisini tey eftirsitandi eina hjálpandi hond, um tað ringasta skuldi hent.
Niðanfyri ber til at lesa meira um tryggingarnar, ið vit kunnu bjóða tykkum og tykkara starvsfólki.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum