Børn
Vit vilja hjálpa tær at geva barninum eina góða fíggjarliga byrjan. Her á síðuni fært tú yvirlit yvir kontur, kort og annað, sum vit bjóða tykkum.
Legg lunnar undir góðar pengavanar hjá barninum
Flestu hendingar í okkara lívi eru onkursvegna knýttar saman við okkara fíggjarviðurskiftum.
Vit vita, at fáa vit góðar pengavanar longu frá barnsbeini, er tað sannlíkt, at vit hava góðar pengavanar alt lívið. Tí er tað umráðandi, at vit tosa um pengar og uppsparing, og at vit geva okkara børnum skilagóðar pengavanar.
Fyrsta gjaldskortið
Frá 7 ára aldri ber til at fáa eitt Mastercard Debit. Einasta kravið er ein játtan frá foreldrum ella verja. Um tit koma inn á eina av okkara deildum, fær barnið ein kulan Puma ryggsekk frá okkum, tá kortið verður bílagt.
Ein fyrimunur við Mastercard Debit kortinum er, at upphæddin, sum verður brúkt, verður afturhildin beinavegin, og tí er lætt at hava yvirlit yvir, hvussu nógv er eftir á kontuni at brúka.
Mastercard Debit kann brúkast í handlum, á netinum og í sjálvtøkum kring allan heim.
Les meira um brúkarareglur.
Les meira um reglugerð fyri mynd á títt gjaldskort.
Gott yvirlit við Lummanum
Tá barnið hevur fingið sítt fyrsta gjaldskort, hevur tað enn størri týdning, at tað er skjótt og ómakaleyst at fáa yvirlit yvir nýtslu og uppsparing. Hetta kann Lummin hjálpa við.
Lummin er ein app til 7 ára gomul børn og eldri, sum gevur barninum greitt yvirlit yvir sínar kontur, peninganýtslu og uppsparing.
Appin hevur avmarkingar, sum gera, at tað ikki ber til at flyta pening við appini.
Ynskir barnið sítt persónliga eyðkenni á appina, kunnu bakgrundsmynd og vangamynd skiftast út.
Tað er skjótt og ómakaleyst at stovna Lumman. Eitt foreldur rita inn við sínum Samleika á Lumma appina á telefonini hjá barninum. Síðani velur barnið eina kotu, sum frameftir skal nýtast at rita inn við.
Vit hava gjørt eina vegleiðing, so tú sært hvussu tit koma ígongd at brúka Lumman her.
Vónin er, at Lummin kann vera ein hjálp hjá børnum og vaksnum at tosa um pengar og soleiðis tryggja sunnar fíggjarligar vanar.
Les persónsdatapolitikkin um Lumman her.
Latið okkum hoyrast
Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.