5. element

Persónsdatapolitikkur um Lumman

 

Brúkaraupplýsingar

Í sambandi við innritan sendir brúkarin fylgjandi upplýsingar til skipanina (SDC) umvegis appina:

  • P-tal
  • Loynital (PIN-kotu) (Loynital, sum verður stovnað, tá atgongd til Lumman verður givin).

Tá appin verður nýtt, tekur appin ímóti fylgjandi:

kontu- og transaktiónsdátum:

  • kontuyvirliti
  • kontunummari
  • saldu(m)
  • transaktiónsupplýsingar fyri hvørja flyting sær:
  • transaktiónstíðspunkt
  • transaktiónstekst/-viðmerkingar
  • upphædd.

SDC A/S útvegar Betri Banka KT-skipanir, millum aðrar Lumma-appina. SDC A/S verður eftir hetta nevnt SDC.

Nýtsluupplýsingar (analytics)

Fyri at endamálsgreina, fylgir Betri Banki slóðini av fylgjandi upplýsingum um nýtslu/nýtslumynstur hjá brúkaranum.

Upplýsingar um eindina

Fylgjandi upplýsingar lýsa ta eindina, sum brúkarin nýtir; tað vil siga ta telefon ella tann teldil, sum appin er løgd inn á, og haðani hon verður nýtt:

  • Install ID: eitt tilvildarligt ID (GUID), sum eyðmerkir viðkomandi app-innlegging. IDið verður verandi tað sama, so leingi sum brúkarin varðveitir appina á telefonini (eisini, hóast dagført verður til nýggjari útgávu). Verður appin tikin av og løgd inn av nýggjum, fær eindin eitt nýtt ID.
  • appVersion og appBuild: app-útgávunummur
  • -osName/osBuild/osVersion: stýriskipan og útgávunummar av hesum
  • timeZoneOffset: verandi tíðarøki á eindini
  • carrierName/carrierCountry: navn og landskota fyri verandi teleoperatør á telefonini (t.d. Føroya Tele ella Nema)
  • screenSize: skermupploysing á eindini.

Nýtsluupplýsingar

Fylgjandi upplýsingar/hendingar lýsa nýtsluna hjá brúkaranum til greiningarendamál:

  • Sessiónsbyrjan: Nær appin (session) er latin upp.
  • Síðuvísingar: Hvørja ferð brúkarin opnar eina síðu í appini, verður tað slóðað sum ein event (hending).
  • Feilrapportir: Hvørja fer ein feilur hendir í appini, og brúkarin fær eini feilboð.

Hvør móttekur persónupplýsingar

Undir hesum sæst eitt yvirlit yvir, hvør móttekur/sendir hvørji sløg av dátum:

Betri Banki

  • App-útgávunummar: tá appin verður tendrað, verða boð send til servaran hjá peningastovninum fyri at kanna, um útgávunummarið er virkið ella útgingið. Er útgávunummarið útgingið, fær brúkarin eini feilboð í appina, har hann verður biðin um at dagføra.

SDC (bankaskipanin)

  • Innritan: Í sambandi við innritan verður P-tal og loynital (PIN-kota) send til backend-skipanir hjá SDC fyri at geva brúkaranum atgongd. Fylgjandi upplýsingar verða brúktar at rita inn við, og verða soleiðis deildar við SDC:
  • P-tal
  • Loynital (PIN-kota) (verður stovnað, í sambandi við at brúkarin fær atgongd til Lumman).

  • Bankadátur: Tað koma mest sum ongar persóndátur frá hesum tænastuveitaranum, men appin heintar og leggur kontu- og transaktiónsdátur fram frá hesum SPI til endabrúkaran av hesum staði. Tað vil siga kontuyvirlit, kontunummur, saldur og transaktiónsupplýsingar fyri hvørja flyting sær, so sum transaktiónstíðspunkt, transaktiónstekstur/-viðmerkingar og upphædd.

Microsoft Appcenter

  • Upplýsingar um nýtslu: Eins og í kapitlinum omanfyri viðvíkjandi dátusløgum, verða tracking/analytics dátur goymdar í skipanini, Microsoft App Center. Yvirskipaða kontan, sum dáturnar verða latnar til, er skrásett í navninum hjá SDC.