Uttanlandsflytingar
Í Betri Banka vilja vit gera tað lætt, trygt og skjótt hjá tær at gera uttanlandsflytingar. Tú kanst antin velja at gera uttanlandsflyting umvegis netbankan ella við at senda umbøn við telduposti.
Soleiðis sært tú títt IBAN nummar og SWIFT/BIC kotuna hjá bankanum
Tú sært IBAN nummarið á tínari kontu í Netbankanum; trýst á teir tríggjar prikkarnar út frá tí kontuni, tú ynskir at finna títt IBAN nummar til. Vel síðani ‘Kontotreytir’ og her finnur tú IBAN nummarið.
Í Betri Banka er SWIFT/BIC kotan EIKBFOTF.
Gjaldoyraroknari |
Latið okkum hoyrast
Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.