Google Pay

Google Pay á telefonina

Hevur tú eina Android telefon, kanst tú nýta Google Pay at gjalda við í handlum, á netinum og í appum. Les meira um hetta á síðuni her og um, hvussu tú kemur í gongd.

Rinda trygt og lætt við Google Pay

Google Pay er ein lættur og tryggur máti at rinda við. Gjaldið gongur skjótt, og tú skalt ikki nýta annað enn tína Android-eind. Ein fyritreyt fyri at kunna rinda við Google Pay í handlum er, at tín Android-eind hevur stýrisskipan Android 5.0 ella hægri, umframt at hon hevur NFC-flís. Tú kanst nýta Google Pay allastaðni, har tey skelta við einum av hesum ímyndum:

Google Pay 

 

Soleiðis knýtir tú gjaldskort til Google Pay

Legg títt Visa/Dankort ella Mastercard í Google Wallet.

  1. Heinta Google Pay-appina í Google Play Store
  2. Rita inn á tín netbanka sum app og trýst á valmyndina niðast í høgra horni.
  3. Trýst á "Míni kort" í valmyndini og vel Visakort ella Mastercard, sum tú ynskir at knýta at Goolge Pay.
  4. Trýst á "Legg afturat Google Pay".

Nú kanst tú gjalda við tíni snildfon, har tú vanliga rindar við tínum gjaldskorti.

Ung gjaldskort

Google Pay

Tryggur gjaldsháttur

Tá tú rindar við tíni Android-eind, eru kortupplýsingarnar hjá tær vardar, tí tær verða hvørki goymdar á tólinum, tú brúkar, ella í handlinum, har tú nýtir Google Pay.

5. element

Google Pay

Tá tú rindar í handlum

Tú rindar kvikliga við Google Pay við bert at læsa tína telefon upp við kotu ella fingramerki, og síðan heldur tú telefonini tætt at kortgreiðsluni, júst sum tú vanliga gert við tínum kontaktleysa gjaldskorti. 

5. element

Google Pay

Tá tú rindar í appum og á netinum

Tá tú rindar í appum og nethandlum, er Google Pay ein skjótari gjaldsháttur, tí tú skalt ikki longur nýta tíð og orku at stovna kontur ella útfylla long oyðibløð. Fyri at gjalda í appum og nethandlum í Google Chrome á tíni telefon ella teldli, skalt tú velja Google Pay við kassan og góðkenna gjaldið.

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.