Gras

Fá tína yndismynd á gjaldskortið

Gev tínum gjaldskorti eitt persónligt snið. Mynda títt kort við yndismyndini av børnunum, heimbygdini, frensinum ella onkrum heilt øðrum.

Hvussu geri eg?

Tað er sera einfalt at mynda títt egna kort. Tú skalt bara trýsta á leinkjuna niðanfyri, so fært tú eina leiðbeining stig fyri stig. Um tú onga mynd hevur tøka, kanst tú velja eina av myndunum niðanfyri:

Bílegg mynd á kortið her

Tú kanst bíleggja mynd á kortið til verandi og nýggj kort. Tú fært gjaldskortið umleið tvær vikur upp í ein mánaða aftaná bíleggingina.

Bílegg

Reglugerð fyri myndakort

Tað er týdningarmikið, at tú lesur reglugerðina fyri myndakort, áðrenn tú byrjar. Soleiðis sleppur tú undan at bíleggja eitt kort, sum ikki verður góðtikið.

Fyri at fáa kort við egnum sniði eru nakrar treytir viðvíkjandi upphavsrætti, vørumerkjum o.ø, sum skula haldast.

  • Betri búmerkið eigur at síggjast týðiliga á kortinum. Sæst búmerkið ikki nóg væl, tilskilar Betri Banki sær rætt til at avvísa myndina.
  • Myndaformatið skal vera jpeg, tiff ella png. Støddin á myndini skal vera 1020 x 640 pixels, og myndin má ikki fylla meira enn 3 MB.
Blómur

Her eru nøkur dømi um myndir og tekstir, sum ikki verða góðtikin:

  • Nøvn, orð, slagorð ella ímyndir, sum minna um fyritøkur, felagsskapir ella vørumerki. Til dømis lýsingarmyndir av bilum, motorsúkklum o.ø.
  • Búmerki hjá fyritøkum ella vørumerki, tekstir ella ímyndir, sum t.d. vísa til ítróttarfeløg, felagsskapir ella vørumerki
  • Myndir, sum eru vardar av upphavsrætti
  • Myndir av persónum krevja loyvi frá persóninum ella næstu avvarðandi. Slík loyvi skulu fyriliggja, men Betri Banki kann til eina og hvørja tíð krevja at fáa skrivligt loyvi. 
  • Teknirøð-figurar ella keipumyndir
  • Telefonnummur, t-post- og heimasíðuadressur
  • Pengaseðlar
  • Myndir, sum órógva trygdarmerkini á kortinum
  • Politiskar útsagnir, ímyndir, felagsskapir ella flokkar
  • Átrúnaðarligar útsagnir, ímyndir, felagsskapir ella flokkar
  • Útsagnir ella ímyndir, ið eru rasistiskar
  • Harðskapur, harður ítróttur og vápn
  • Blasfemi
  • Ágangandi ella kynslig evni, herundir nakni av listarligum ella pornografiskum slagi
  • Metalliskur bakgrundslitur
  • Olympisk búmerki og líknandi
  • Myndir, sum fáa kortið at líkjast einum samleikakorti
  • Teldugjørdar tekningar

Betri Banki tilskilar sær rætt til at avgera, um innsenda myndin kann góðtakast og hevur ikki skyldu at upplýsa orsøkina fyri avgerðini.

Sí kostnaðin fyri myndakort her

Gras

Fjepparakort?

Fær ein mynd av tínum fótbóltsliði teg í gott lag? So burdi tú umhugsað at fingið tær eitt fjepparakort. Tá hevur tú altíð tína yndismynd beint við hondina.

Les meira um Fjepparakort her

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.