Íløguskúlin
Íløguskúlin hjá okkum er bæði til tín, sum ikki ert farin undir at gera íløgur og til tín, sum nýliga ert farin ígongd. Á hesari síðuni fært tú eina breiða vitan um íløgur, so tú kanst taka skilagóðar avgerðir.
Vælkomin til Íløguskúlan
Vit greiða frá virðisbrævamarknaðinum, venda hugtøkum og vísa á lyklatøl, sum eru góð at kenna áðrenn tú fert ígongd. Harumframt vísa vit tær eisini, hvussu tú kanst handla virðisbrøv á íløgupallinum hjá okkum á Netbankanum.
Vónin er, at Íløguskúlin gevur tær eina breiða vitan og góð amboð, so tú kanst taka grundaðar og skilagóðar avgerðir, tá tú gert íløgur.
Tú fær m.a. svar uppá
- Hví skal eg gera íløgur?
- Kunnu øll gera íløgur?
- Hvat skal eg taka hædd fyri, tá eg geri íløgur?
- Nær kann eg seta mína uppsparing í virðisbrøv?
- Hvørjir váðar eru í samband við íløgur?