Bústaðarlán

Fingið eygað á dreymabústaðin?Vit bjóða fleiri fíggingarmøguleikar tá talan eru um keyp av bústað. Teir eru lán til bústað hitaður við elorku ella við oljufýr.

Lykilin til dreymin byrjar við einum práti

Tá ið tú setur teg í samband við okkum, fært tú ikki bara ein ráðgeva við drúgvum royndum, sum dugir at seta seg í tína støðu og at meta um, hvat letur seg gera. 

Tú fært ein ráðgeva, sum fer at hjálpa tær, so at dreymahúsini gerast veruleiki.

 

Bílegg prát

Lán til bústað hitaður við elorku ella fjarhita

Er bústaðurin hitaður við elorku ella fjarhita er hetta bústaðarlánið ein góð og bílig loysn, tí tú fært lægstu bústaðarrentu. 

Lánið hevur broytiliga rentu og fasta afturgjaldstíð. 

Bústaðarlánið er somuleiðis óbundið á tann hátt, at tú til eina og hvørja tíð kanst gjalda meira til lánið, um tú hevur møguleika fyri tí. Hinvegin er tað eisini gjørligt at søkja um avdráttarskáa upp í 2 ár og í serligum føri upp í 5 ár. Rentur verða tó goldnar í skáatíðini. 

Treytin fyri at fáa lán til bústað hitaðan við elorku ella fjarhita er, at tú býrt har, og at bygningurin verður hitaður við elorku ella fjarhita. Tá tú lýkur hesar treytir, ber til at søkja um rentustuðul frá TAKS. Sum meginreglu skalt tú hava 10 prosent í eginpeningi.

Lánisamansetingin er vanliga í tveimum. Upp í 80 prosent av keypsvirðinum kann fíggjast við lægstu bústaðarrentu, meðan restin verður fíggjað við hægri rentu. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 

  • 30 ár fyri 80 prosent av keypsvirðinum til lægstu rentu
  • 20 ár fyri rest til hægri rentu 

Sí kostnaðin fyri at stovna lán til bústað hitaður við elorku

Sí rentutalvu her

Fyrimunir við láni til  bústað hitaður við elorku ella fjarhita

  • Lægstu bústaðarrentu
  • Broytilig renta
  • Afturgjaldstíð upp í 30 ár

Lán til bústað hitaður við olju

Skalt tú keypa hús ella íbúð við oljufýr, hevur tú møguleika at fáa eitt Bústaðarlán.

Lánið hevur broytiliga rentu og fasta afturgjaldstíð upp í 30 ár.

Broytilig renta merkir, at mánaðarliga gjaldið kann broytast í lánitíðarskeiðnum, um rentan á fíggjarmarknaðinum hækkar ella lækkar.

Bústaðarlánið er óbundið, skilt á tann hátt, at tú til eina og hvørja tíð kanst gjalda meira til lánið, um tú hevur møguleika fyri tí. Soleiðis ber til at minka um skuldina skjótari. Hinvegin ber eisini til at søkja um avdráttarskáa upp í 2 ár, og í serligum føri upp í 5 ár.  

Meginreglan er, at tú skalt hava 10 prosent í eginpeningi.

Sí kostnaðin fyri at stovna Bústaðarlán her

Sí rentutalvu her

Er talan um lán til egnan bústað, og ikki summarhús ella annað, kanst tú søkja um rentustuðul frá TAKS. Treytin fyri at fáa rentustuðul er, at tú býrt á matrikklinum.

Fyrimunir við láni til bústað hitaður við olju

  • Broytilig renta
  • Afturgjaldstíð upp í 30 ár
  • Møguleiki fyri avdráttarskáa

Sí ognir til sølu hjá Betri Heimi

betriheim.fo

Soleiðis fyrireikar tú teg

  1. Skriva ein ítøkiligan ynskilista. 
    Hugsa um núverandi og framtíðar tørv; um stødd á bústaði, rúm, staðseting, hæddir, aldur, slag av bústaði, stíl o.a.
  2. Royn roknaran, og fá eina vegleiðandi bústaðarútrokning.
  3. Ger eina fíggjarætlan við inntøkum og útreiðslum.
  4. Práta við okkum um tínar møguleikar. Fá fíggjarligt yvirlit og góð ráð um tína fíggjarstøðu.
  5. Nú kennir tú tín fíggjarkarm, og kanst tí lættari velja hóskandi bústað.
  6. Vend aftur til tín ráðgeva, tá tú hevur funnið ein bústað, tú vilt bjóða uppá, og fá tilsøgn um fígging.

Ger eina fíggjarætlan

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.