Byggilán
At byggja ein bústað er ein umfatandi verkætlan. Vit ynskja at stuðla tær og geva tær bestu fortreytir til at halda skil á fíggjarliga partinum.
Nógv er at hugsa um, tá tak skal fáast yvir høvdið.
Vit ynskja at hjálpa tær at koma best møguligt ígjøgnum byggingina.
Tí hava vit savnað okkara bestu ráð til tín, og gjørt eitt yvirlit, sum hjálpir tær at halda skil á útreiðslunum.
Áðrenn spakin verður settur í
Tað er av alstórum týdningi, at at byggiverkætlanin er væl gjøgnumhugsað, so eingin fíggjarligur hvøkkur stingur seg upp.
Tí mæla vit tær til at práta við okkum um tínar byggiætlanir. Tá veist tú hvussu nógv tú kanst læna og byggja fyri, og vit ráðgeva tær frá byrjan til enda.
Kjekklisti
- Fígging
Kanna hvussu nógv tú kanst læna og byggja fyri, og skipa síðani byggiverkætlanina eftir tí. - Treytir
Set teg væl inn í byggitreytirnar frá kommununi, eitt nú byggisamtyktir. - Tekningar
Tosa við ein serkønan um at fáa eina fullfíggjaða tekning, um innrætting og um staðseting av bústaðinum. - Loyvi
Tryggja tær, at tú hevur neyðugu loyvini áðrenn farið verður ígongd, so sum byggiloyvi og góðkendar tekningar. - Kostnaðarætlan
Ger eina kostnaðarætlan við fullfíggjaðum tilfari og tilboðum. Kanna eftir, at alt er íroknað og treytinar eru nøktandi. - Skeyti
Les og goym skeytið væl og kanna, um avmarikingar eru á skeytinum. Uppruna skeytið skal nýtast í samband við tinglýsing av veðbrøvum. - Trygging
Tekna viðkomandi tryggingar. Serligar tryggingar eru galdandi til sethús í gerð, so sum spreingitrygging og trygging av arbeiðs- og hjálparfólki. - Aðrir kostnaðir
Kanna eftir, at tú hevur tikið hædd fyri øllum útreiðslunum, so sum íbindingargjøld til SEV og Fjarhitafelagið.
Hvat hevur týdning fyri teg?
- Ljóðviðurskifti
Hugsa um, at sumt tilfar kann geva ekkó og sumt kann geva frið. - Stílur
Skal tað vera einkult, siðbundið ella okkurt heilt annað? - Litir
Skulu gólv, veggir og skápshurðar hava ymiskan lit, ella skal alt vera svart og hvítt? - Tilfar
Ynskja tit at brúka træ, betong ella gips? - Hæddir
Skal bústaðurin hava eina, tvær ella tríggjar hæddir? Og skal ein møgulig trappa vera mitt í rúminum ella úti við veggin? - Opið ella afturlatið
Ynskir tú at hava færri stór rúm ella fleiri smærri rúm? - Atkoma
Hugsa um hvar bilurin ella súkklan skal standa, og hvar inngongdin skal vera. - Útiøki
Ynskir tú at hava eina terassu, ein skúr ella hjall? - Ljós
Hugsa um hvussu rúmini eru staðsett í mun til sólargang - tú sært dømi á myndini niðanfyri. - Veður
Hugsa um hvar durur, terassa og annað er staðsett í mun til veður og vind.
Latið okkum hoyrast
Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.