Realkredittlán
Vit bjóða Realkredittlán við fastari ella broytiligari rentu. Afturat rentuni er eitt bidrag, sum er broytiligt. Hvat fyri lán, tú velur, veldst um fíggjarstøðu og váðafýsni.
Tað sum skilur eitt Realkredittlán frá einum vanligum Bústaðarláni er millum annað, at Realkredittlán eru skrásett á virðisbrævamarknaðum og verða harvið handlaði til eitt ávíst virði ella kurs, sum verður sett eftir útboði og eftirspurningi.
Afturgjaldstíðin á Realkredittláni kann vera upp í 30 ár við møguleika fyri avdráttarskáa.
Tú hevur møguleika at fáa eina fastar rentu alt tíðarskeiðið ella í eitt ávist tíðarkseið við einum Realkredittláni. Hetta er ikki møguligt við einum Bústaðarláni, tí tá er rentan broytilig.
Vit bjóða Realkredittlán umvegis Jyske Realkreditt.
Tú kanst velja millum
- realkredittlán við broytiligari rentu
- realkredittlán við fastari rentu alt tíðarskeiðið.
Tá ið realkredittlánið skal umleggjast
Ein av eginleikunum við realkredittlánunum er, at tú hevur møguleika fyri at gera broytingar.
Tað kunnu vera ymsar góðar orsøkir til at tillaga verandi lán.
Tað kann vera, at tín fíggjarstøða er broytt soleiðis, at tú ynskir at framtíðartryggja tíni fíggjarviðurskifti við at fastlæsa rentuna í eitt styttri ella longri tíðarskeið.
Kanska sært tú ein fíggjarligan vinning við at leggja lánið um?
Latið okkum hoyrast
Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.