Skalt tú fjakka?
Avgerðin er tikin. Tú skalt út í stóru verð at uppliva aðrar mentanir og knýta vinarbond fyri lívið. Men hvat skalt tú hugsa um áðrenn og undir ferðini?
Tjekk, tjekk, tjekk
Ein túr í serligu kokusbátunum í Vietnam?
Vitja søguliga Taj Mahal ella flottar strendur á Zanzibar?
Tað er bert títt hugflog og tín dreymur um at gerast klókari uppá heimin, sum setur mørk - og fíggjarstøðan.
Vit ynskja at hjálpa tær soleiðis, at tín fíggjarstøða ikki er ein forðing, men heldur ein viðleikari á tíni dreymaferð.
Tí hava vit savnað góð ráð til tín, sum skalt fjakka.
Brúka Mastercard
Mastercard er eitt altjóða og trygt gjaldskort við saldueftirliti.
Ein fyrimunur við kortinum er, at upphæddin, sum tú brúkar, verður afturhildin beinanvegin. Tá hevur tú yvirlit yvir, hvussu nógv er eftir á kontuni at brúka.
Nýtsluhámarkið er 30.000 krónur um dagin og tú kanst í mesta lagi taka 5.000 krónur út í sjálvtøkum um dagin.
Sum Ungdómskundi í Betri Banka fært tú tvey ókeypis gjaldskort.
Gjaldoyraroknari |
Latið okkum hoyrast
Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.