Lesandi ella lærlingur
Tá tú ert lesandi ella í læru broytist tín fíggjarstøða. Tú fært studning, SU ella lærlingaløn og samstundis fleiri nýggjar útreiðslur til eitt nú bústað, bøkur og ferðing. Lat okkum hjálpa tær at fáa sum mest burtur úr tíni nýggju fíggjarstøðu.
Vit hjálpa tær
Umhugsar tú at fara undir víðari lesnað ella í læru? Tá tú ert lesandi ella í læru eru pengarnir ofta ikki so nógvir. Tí er umráðandi at hugsa um tínar pengavanar, og tillaga nýtsluna eftir broyttu støðuni.
Í Ungdómsdeildini í Betri Banka leggja vit serliga stóran dent á at veita tær holla ráðgeving um tínar møguleikar og serligu tænasturnar til tín millum 18-28 ár. Sum kundi hjá okkum fært tú tín egna Ungdómsráðgeva, sum tekur støði í júst tær og tínum fíggjarviðurskiftum.
Soleiðis kann ein fíggjarætlan síggja út
Kári og Heidi eru bæði undir útbúgving. Kári er í læru sum timburmaður, og Heidi lesur á Setrinum. Saman leiga tey eina íbúð. Nú, tá inntøkan er so avmarkað, hava tey avgjørt at stovna eina Heildarkontu til fastar útreiðslur og eina Innlánskontu til mat fyri at hava betri skil á fíggjarviðurskiftunum. Afturat hesum hevur Heidi valt at arbeiða á eini matstovu.
Sjálvt um tey ikki hava so nógvar pengar, vilja tey leggja eitt sindur av pengum til síðis hvønn mánað til óvantaðar útreiðslur, ferðing o.a.
Tey hava tí valt at seta 1000 krónur inn á eina Uppsparingarkontu um mánaðin. Alt ger mun og um summarið, tá Heidi hevur møguleika at arbeiða meira enn vanligt, setir hon enn meira inn á uppsparingina.
Afturat hesum hava Heidi og Kári valt at flyta 1000 krónur um mánaðin inn á eina Bústaðarkontu fyri at spara upp til egnan bústað.
Tá fastar útreiðslur, matur, uppsparing og annað er goldið, hava Kári og Heidi 3.980 kr. eftir at liva fyri.
Netto inntøkur |
||
Kári | ||
Lærlingaløn | 8.449 kr. | |
Heidi | ||
Studningur | 4.471 kr. | |
Lestrarstarv | 3.000 kr. | |
Í alt | 15.920 kr. | |
Fastar útreiðslur/Heildarkonta | ||
Leiga | 6.000 kr. |
|
Internet |
500 kr. |
|
Tlf. |
400 kr. |
|
Trygging |
200 kr. |
|
Ymiskt annað |
300 kr. |
|
Havnar Handverkarafelag |
40 kr. |
|
Í alt |
7.440 kr. |
|
Innlánskontu til mat |
2500 kr. |
|
Bústaðarkonta |
1000 kr. |
|
Uppsparingarkonta |
1000 kr. |
|
Eftir, tá alt er goldið |
3.980 kr. |
Uttanlands at lesa?
Visti tú, at tú kanst brúka Betri Banka, tá tú ert uttanlands? Vit gera tað lætt og einfalt fyri teg, so tú kanst hugsavna teg um lesturin. Sum lesandi uttanlands fært tú somu fyrimunir í Ungdómspakkanum, sum onnur ung í aldursbólkinum 18-28 ár.
Lestrarstarv
Eitt lestrarstarv ger góðan mun fíggjarliga afturat studninginum. Um tú harafturat ert so heppin at finna eitt starv, sum er viðkomandi fyri útbúgvingina, fært tú ikki bara fleiri pengar, men eisini viðkomandi arbeiðsroyndir og netverk. Tað einasta, tú skalt minnast til er at ansa eftir, at tú ikki tjenar meira enn loyvt. Les meira um hetta á heimasíðunum hjá stovnum sum Taks, Skat í Danmark. v.m.
Ungdómslán og Lestrarkredittur
Tá endarnir ikki røkka saman, kann ein loysn vera at taka eitt Ungdómslán ella fáa ein Lestrarkreditt. Vit mæla tær tó til at fáa tær eitt lestrarstarv og minka um útreiðslurnar, áðrenn tú tekur eitt Ungdómslán ella fært tær Lestrarkreditt. Minst til, at øll lán skulu rindast aftur, og rentur koma afturat læntu upphæddini.
Latið okkum hoyrast
Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.