Flutningstrygging
Innflutningur, útflutningur og einstakar flutningstryggingar
Um tú hevur handil og innflytur vørur ella um tú ert framleiðari og útflytur vørur, eigur tú at hava eina flutningstrygging.
Við eini flutningstrygging fært tú fult endurgjald frá okkum, sama um tað er tú ella ein flutningsfyritøka, sum flytir tær.
Flutningsfyritøkur kunnu í flestu førum seta avmarkingar á endurgjaldið, um skaði hendir undir flutninginum. Tað merkir, at endurgjaldið verður avmarkað – sama hvussu stórt virðið á tíni vøru er.
Um skaði skuldi hent, veita vit tær endurgjald skjótast til ber og yvirtaka títt krav mótvegis flutningsfelagnum.
Hevur tú vørur, ið skulu flytast, eru vit altíð klár at hjálpa og vegleiða. Ring til okkara á 348 717.
Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.
Einstakar flutningstryggingar
Til ber eisini til at tekna eina einstaka flutningstrygging, um tú skalt flyta okkurt, sum flutningsavtalan ikki fevnir um.
Til dømis um tú skalt flyta eina stóra, einstaka maskinu ella aðra einstaka vøru av onkrum slagi.
Skal tú hava eina framsýning uttanlands, hava vit eisini eina trygging til hetta. Hon fevnir um um framsýningarlutir og flutningin til og frá staðnum, har framsýning verður hildin.
Ofta settir spurningar
Hvat veita tit endurgjald fyri?
Hvønn flutning dekkar tryggingin?
Flutningsfelagið hevur eina trygging – hví skal eg tekna eina flutningstrygging umframt?
Tað er skilagott, tí flutningsfeløg kunnu vanliga seta avmarkingar á endurgjald fyri skaðar, sum henda undir flutninginum.
Eitt dømi kundi verið ein maskina, sum vigar 100 kg og er verd tvær milliónir krónur. Um maskinan verður totalskadd undir flutningi við skipi úr Danmark til Føroya, kann flutningsfelagið sambært sjólógini avmarka endurgjaldið til áleið 6.000 krónur.
Um tú hinvegin hevur eina flutningstrygging, fært tú fult endurgjald, bert við frádrátti av avtalaðari sjálvsábyrgd.
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.