Hjá Betri Trygging kanst tú býta tryggingargjaldið út á allar 12 mánaðirnar, heldur enn at rinda alt í einum fyri eitt ár fram. Við mánaðarligum gjaldi rindar tú væl minni hvørjaferð, og tú veist altíð júst hvussu nógv, tú rindar fyri tryggingarnar.

Rindar tú tínar tryggingar mánaðarliga, kanst tú:
• Sleppa undan at rinda tryggingargjaldið fyri alt árið í einum, tí kostnaðurin verður býttur í 12
• Fáa betri yvirlit yvir tína fíggjarstøðu, tí gjaldið er tað sama hvønn mánað

Fyri at broyta til mánaðarligt gjald, skalt tú:
• Vera tilmeldað/ur sjálvirkandi gjaldsskipan
• Hava eina ella fleiri tryggingar

Legg til merkis!
• Umsitingargjaldið er 6 krónur fyri hvørja flyting. Gjaldið fyri allar tryggingarnar verður savnað saman, so tú rindar í mesta lagi 6 kr um mánaðin, sama hvussu nógvar tryggingar, tú hevur.
• Um sjálvvirkandi gjaldsavtalan ikki verður hildin, fer tryggingargjaldið aftur til at fella einaferð um árið.
• Tú hevur rætt til at angra broytingina. Boða okkum bara skrivliga frá innan 14 dagar.

Melda til mánaðarligt gjald á Mín Trygging

Rita inn í Mín Trygging við Samleikan.


Ofta settir spurningar

Hví skal eg rinda mánaðarliga heldur enn einaferð um árið?
Tað verður einfaldari og lættari at gjøgnumskoða gjaldið, tá ið tú rindar somu upphædd hvønn mánað fyri allar tryggingarnar, heldur enn eina størri upphædd einaferð um árið fyri hvørja trygging sær.
Hví fái eg betri fíggjarligt yvirlit við mánaðargjaldinum?
Hevur tú nógvar ymsar tryggingar, hevur tú sannlíkt eisini nógvar ymsar gjaldsdagar, tí gjaldsdagurin fellur tann mánaðin, tá ið tryggingin varð stovnað. Tað kann vera trupult at minnast, júst nær ymsu tryggingarnar vórðu stovnaðar – og tískil hvønn mánað gjaldið verður trekt av konto.
Skiftir tú til mánaðarligt gjald, rindar tú somu upphædd hvønn mánað. Hetta gevur tær betri fíggjarligt yvirlit og eitt væl lægri gjald hvønn mánað.
Hvat krevst fyri at skifta til mánaðarligt gjald?
- Tú skalt hava eina ella fleiri tryggingar hjá Betri Trygging
- Tú skalt vera meldað/ur til gjaldsavtalu í tínum peningastovni
- Boða Betri Trygging frá, at tú vilt rinda hvønn mánað. Tað kanst tú gera á Mín Trygging – ella við at ringja ella skriva til okkara.
Hví kostar tað 6 krónur fyri hvørja flyting?
Flytingar við gjaldsavtalu kosta 6 krónur, tað vil siga í mesta lagi 72 krónur árliga fyri allar tínar tryggingar.
Eg havi longu rindað ársgjaldið fyri mínar tryggingar, men eg vil broyta til mánaðarligt gjald. Hvussu við pengunum, eg longu havi rindað?
Tú kanst altíð broyta til mánaðarligt gjald. Peningurin, sum tú longu hevur goldið fram í tíð, og sum tú sostatt eigur tilgóðar, tá ið tú skiftir til mánaðargjald, verður fluttur tær aftur á kontoina, sum er knýtt at gjaldsavtaluni. Gev gætur, at fyrsta mánaðin rindar tú tvey gjøld - hetta kemst av, at tú altíð rindar forút. Eftir hetta fer vanliga mánaðargjaldið av konto tíni hvønn mánað.
Mín Trygging

Broyt til mánaðargjald her

Um tú ynskir at gjalda mánaðarliga kanst tú broyta tað í Mín Trygging

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum

348 600

Send teldupost