Bláa kortið er til tín, ið hevur eina Ársferðatrygging, og Bláa kortið skalt tú altíð hava við tær uttanlands. Skuldi tú fingið tørv á bráðneyðugari hjálp á ferðini, skalt tú seta teg í samband við SOS International. Upplýsingarnar til, hvussu tú fært samband við tey, standa á Bláa kortinum. Tey veita tær hjálp og ráðgeva tær viðvíkjandi øllum spurningum í skaðastøðuni.
Best er, um tú setir teg í samband við SOS International alt fyri eitt, um tú ert fyri skaða ella óhappi uttanlands.
Ring til SOS á tel +45 38 48 91 22, send fax á +45 70 10 50 56 ella skriva teldupost til sos@sos.eu.
Tínar tryggingar á einum stað
Skuldi skaði hent, mæla vit til, at tú brúkar skipanina "Mín Trygging" til at boða frá skaðanum. Tínir fyrimunir eru:
- Stundislig fráboðan
- Møguligt at senda myndir við fráboðanini
- Skaðin verður viðgjørdur beinanvegin
- Tú fært fráboðanir, tá ið støðan broytist (t.d. tá ið málsviðgerðin byrjar, skaðin er avgreiddur v.m.)
- Yvirlit yvir tínar tryggingar, skaðar v.m.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum