Vanlukkutrygging
Vit vita tað øll, hóast okkum ikki dámar at hugsa um tað. Vanlukkur og óhapp henda. Tíverri.
Bint um heilan fingur
Summi eru fyrivarin, onnur eru klossut. Summi eru fingrafim, og onnur hava tíggju tummilfingrar. Vit kunnu øll koma illa fyri. Tí hava vit í Betri Trygging nú bæði nýggjar og dagførdar dekningar, so tú kanst binda um heilan fingur og tryggja teg og tíni uppaftur betur.
Men hvat er tað, tú í grundini tryggjar teg ímóti? Tú kanst ikki tryggja teg ímóti øllum, ha? Ella ... tað er spurningurin. Tí nú fevna okkara vanlukkutryggingar ikki bara um likamlig mein, men eisini sálarlig. Fyri tað um sálarlig mein ikki síggjast, merkir tað ikki, at tey ikki eru har. Tí bjóða vit nú kreppuhjálp hjá sálarfrøðingi í upp til 10 tímar fyri sovorðið sum eitt nú tunglyndi eftir føðing. Og umframt tað bjóða vit eisini skundgjald og endurgjald fyri tyggiskaða og skaða á hoyritól.
Vanlukkutryggingar
Niðanfyri sært tú okkara vanlukkutryggingar, sum eru galdandi alt samdøgrið.
Vanlukka
Vanlukkutrygging fevnir um flestu vanlukkur, skaðar og óhapp, ið tú og tíni kunnu koma út fyri. Ein vanlukka er ein brádlig hending, ið elvir til likamsskaða.
Viðgerð
Tá ið viðgerðin er ein beinleiðis avleiðing av einum vanlukkutilburði, sum tryggingin fevnir um, verður goldið fyri rímuligar og neyðugar útreiðslur til læknafyriskipaðar viðgerðir hjá sálarfrøðingi, fysioterapeuti og eisini rímuligar útreiðslur til kiropraktorviðgerð. Goldið verður bert fyri viðgerð, ið hevur lekjandi virknað. Viðgerðar- og flutningsútreiðslur kunnu í mesta lagi vera 2% av tryggingarhæddini fyri avlamni. Fyri viðgerð hjá sálarfrøðingi verður goldið fyri upp til 10 viðgerðir og í mesta lagi kr. 20.000.
Sálarlig kreppuhjálp
Fyri tað um sálarlig mein ikki síggjast, merkir tað ikki, at tey ikki eru har. Tí bjóða vit nú dekningar, sum veita kreppuhjálp hjá sálarfrøðingi í upp til 10 tímar, um ein keðilig hending hevði við sær, at tú komst í eina bráðfeingis sálarliga kreppu.
Sálarlig kreppuhjálp fevnir um:
- Tunglyndi eftir føðing
- Deyðføðing, fosturlát og at fáa barn við breki
- Álvarsamar vanlukkur
- Tá ið næstringur doyr
- Tá ið tú ella næstringur verða lívshættisliga sjúk
Við næstringar er at skilja hjúnafelagi/sambúgvi/skrásettur maki, børn, barnabørn, foreldur og systkin.
Brillur/hoyritól
Endurgjald verður veitt fyri brillur, og nú sum nakað nýtt eisini hoyritól – í tann mun útreiðslurnar ikki verða endurgoldnar aðrastaðni, t.d. frá lógarkravdari trygging ímóti arbeiðsvanlukku, heilsutrygd ella einari sjúkratrygging – men bert tá ið brillurnar ella hoyritólið verða skødd í sambandi við persónskaða ella av slagi í andlitið/undir vangan. Í hesum sambandi eru brillur at skilja sum hjálpiamboð at bøta um manglandi ella vánaliga sjón. Tí fevnir tryggingin ikki um sólbrillur uttan styrki, kosmetiskar brillur ella kosmetiskar kontaktlinsur.
Útgjald við avlamni
Vanlukkutilburður, ið leiðir til avlamisstig á 5% ella meira, geva rætt til endurgjald. Avlamisendurgjaldið er eins nógv prosent av tryggingarhæddini fyri avlamni, sum avlamisprosentið er ásett til. Avlamisstigið í sambandi verður ásett við læknaligari meting sum grundarlag, og mett verður um, hvørjar vansar vanlukkutilburðurin førdi við sær, ið ávirka persónliga lívslagi, tó við frádrátti av einum verandi avlamni undan vanlukkutilburðinum.
Um ein vanlukkutilburður førir við sær varandi avlamni, hevur tú rætt til endurgjald.
Avlamisstigið verður avgjørt, so skjótt fylgjurnar av vanlukkutilburðinum kunnu metast – tó seinast 3 ár aftan á vanlukkutilburðin. Sami vanlukkutilburður gevur ikki rætt til endurgjald fyri bæði deyða og avlami.
Útgjald við deyða
Tann upphæddin, ið stendur á tryggingarskjalinum, verður útgoldin til tey, ið lógin ásetur skal hava deyðsendurgjaldið ella njótunartilskilaða (begunstiget).
Tannskaði
Rímiligar og neyðugar útreiðslur verða rindaðar – í mesta lagi 5% av tryggingarhæddini fyri avlamni – til tannviðgerð, ið er elvd av vanlukkutilburði. Hetta í tann mun, útreiðslurnar ikki verða endurgoldnar aðrastaðni, t.d. frá lógarkravdari trygging ímóti arbeiðsvanlukku, heilsutrygd ella sjúkratrygging.
Tyggiskaði
Eingin veit av søtum at siga, fyrr enn man á beiskum bítur og knappliga fær ein ógvisligan tyggiskaða og eina uppaftur ógvisligari tannlæknarokning. Uttan so at man hevur vanlukkutrygging frá Betri Trygging, sjálvandi. Tyggiskaðar fevna um skaða á tenn og tannprotesur, sum koma av at tyggja.
Skundgjald
Høvd, akslar og knø. Brýtur tú teg sundur í einum vanlukkutilburði, so veita vit nú eisini skundgjald, so tú fært útreiðslurnar endurgoldnar við tað sama.
Vit veita endurgjald um:
• tú fært beinbrot*
• krossbandið heilt ella lutvíst støkkur sundur
• hælsinan verður heilt rivin av
• tú fært meniskskaða í knæi
*Við beinbrot er at skilja brot á óstbein, øksl, yvirarm, undirarm, alboga, skøvning, handarbein, nakka, rygg, halabein, koku, mjødn, lær, legg, knæ, økul og fótablað.
Bint um heilan fingur við
nýggjari vanlukkutrygging
Børn
0-18
Vanlukka
Viðgerð
Sálarlig kreppuhjálp
Brillur/hoyritól
Útgjald við avlamni
Útgjald við deyða
Tannskaði
Tilval
Tyggiskaði
Skundgjald
Ung
18-28
Vanlukka
Viðgerð
Sálarlig kreppuhjálp
Brillur/hoyritól
Brillur/hoyritól
Útgjald við avlamni
Útgjald við deyða
Tannskaði
Tilval
Skundgjald
Tyggiskaði
Vaksin
28-60
Vanlukka
Viðgerð
Sálarlig kreppuhjálp
Brillur/hoyritól
Útgjald við avlamni
Útgjald við deyða
Tannskaði
Tilval
Tyggiskaði
Skundgjald
Eldri
60+
Vanlukka
Viðgerð
Sálarlig kreppuhjálp
Brillur/hoyritól
Útgjald við avlamni
Útgjald við deyða
Tannskaði
Tannskaði
Tilval
Tyggiskaði
Skundgjald
Vanlukka
Viðgerð
Sálarlig kreppuhjálp
Brillur/hoyritól
Útgjald við avlamni
Útgjald við deyða
Tannskaði
Tyggiskaði
Skundgjald
Við í pakkanum
Tilval
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.